Ein heilsan fra Mirjam 

2025 er farin afturum bak og vit eru farin inn í 2026. 
Ì 2024 vóru vit heppin at fáa skótahjálpina. Tað hevur ligið mær á hjarta at hjálpa børnum úti á bygd, sum ongan skúla hava at ganga í. 
Vit fingu eina umbøn frá bygdafólkinum í Henry James Village. Har eru 70 børn, sum ikki ganga í skúla. Bygdin er so fjarlagin, at tey yngru børnini ikki sleppa í skúla fyrr enn tey eru 10/11 áragomul. 
Vit fingu 80.000 kr – ein ordans gáva frá skótahjálpini. 
Kvinnur og menn í bygdini fóru til verka at fáa tilfar til skúlan. Bygdin liggur í regnskóginum; so mennirnir høgga timbur og kvinnurnar bera tað heim. 
Vit skulu so keypa bøkur, skúla borð, stólar, talvur o.a. Vit takka tykkum fyri tykkara stuðul til børnini í Liberia, sum eru sloppin í skúla, tí tit hava valgt at stuðla børnum og/ella skúlanum. Tit vita neyvan, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri tað einstaka barnið. 
10. Nov. fóru Krista og eg til Liberia. Skúlin varð vígdur tann, 15. nov. 2025. Vit hava lagt myndir út á FB bólkin Mirjam. Har kunnu tit fylgja við. Vinarliga tak tær stundir at síggja filmin. sum var gjørdur um skúlan:

 Tit kunnu stuðla skúlanum ella barnið við eini fastari ella eingangs flyting. Konta 9865-3346700 

Við bestu ynskjum 

Vegna Felagskapin Mirjam 

Hilda og Krista 
mirjamliberia@gmail.com
Tel. 216785 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina