Ein heilsan frá Mumbai Mærsk

Jørgen Andreasen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Meðan eg gekk á brúnni umborð hendan dagin, hugdi eg eftir roykinum sum kom úr skorsteinunum, og mátti eg taka eina mynd av hesum. Hendan myndin fekk meg beinanvegin at hugsa um frásøgnina um Káin og Ábel, og kom at hugsa, hvuss stendur til hjá mær.

Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum, av fiti tess. Harrin leit við tokka til Ábels og gávu hans; men til Káins og gávu hans leit hann ikki við tokka. 

1. Mós. 4, 3-5a

Vit minnast jú øll hvussu Harrin hevði góðan tokka til offrið hjá Ábel, av tí at tað var av tí frumgitna úr fylgi hansara, altso nakað serligt.

Líkasum lambið, sum Ábel ofraði, var frumgróður, ja soleiðis var eisini Jesus frumgróður. Fyrst føddi og einborðin Guðs sonur. Hann bleiv ein dag offur fyri okkum.

Hugsaði hendan dagin um, hvussu er hjá mær? Royni eg at gera mær eitt offur, sum eg haldi er gott, ella havi eg Jesus sum mítt offur, givið av Guði sjálvum?

Eg haldi, at ofta royna vit at gera okkum betri, enn vit eru, fyri at vit skulu toknast Guði. Hetta nyttar bara einki. Bíblian sigur, at tað sum gerast skal, bleiv gjørt á Gogata, har Jesus bleiv offur í okkara stað. Vit hvørki skulu ella kunna gera nakað at betra hetta offur. Hetta offur hevur longu funnið tokka hjá Guði, ja tað bleiv offrað av Guði sjálvum fyri okkum.

Eg haldi, at vit øll skulu steðga  á og hyggja eftir hjá okkum sjálvum. Royna vit at fylla offuraltarið við ymiskum vit sjálvi halda skal vera har fyri at vera rættvísgjørd? Um so er, so lat vera. Hetta er offur, sum ikki toknast Guði, og er sum offur Káins, har roykurin fer krúpandi eftir jørð. Hetta kann so aftur gera at vit ikki merkja Guð, og tí kanska illskast inná hann.

Hinvegin, lat okkum bara góðtaka at Jesus er offur nokk í okkara stað, og lat okkum læra okkum at liva í trúnni, at hann vil leiða okkum hvønn dag. Lat okkum treytaleyst lata alt okkara í hansara hendur at ráða yvir, og við hesum læra at vera still og lurta eftir, hvat Jesus hevur at siga okkum um, hvørjar hansara ætlanir við okkum eru. Hetta er offrið Guð vil, at vit skulu offra. Alt er okkum givið í náði, so at vit mega røkka tann himmalska stað, sum okkum er reiddur.

Eg kann ikki annað enn gleðast, tá ið eg hugsi um hetta, og kann síggja hvussu ótrúliga nógv eg havi fingið í Jesusi. Tað at eg, ein syndug menniskja, kann av náði kalla meg rættvísgjørdan í Jesusi Kristi, bara tí eg valdi at takað ímóti tí góða offrinum, har roykurin ferð beint upp móti himli.

Eg vildi ynkst, at vit øll kundu steðga á og bara verið takksom fyri at vit hava fingið lut í hesum. Eisini tú, sum kanska ikki følir, at tú hevur fingið lut í hesum, ja at eisini tú kanst vera stillur eina løtu, og biðja Guð um at broyta títt lív. At tú eisini vilt bera fram tað góða offrið, sum tær er givið.

Jesus signi teg til at hoyra hansara ætlan við tær, og at tú einans vilt offra tað lýtaleysa frumgróðraroffrið, sum Guð gav tær við Jesu deyða og uppreisn.

Amen.