Ein langtíðar ætlan fyri talur

Orsaka av covid-19 farsóttini fóru nógvar kirkjur og samkomur yvir til at stroyma gudstænastur og møti. Farsóttin hevði eisini við sær, at nógvir prestar, talarar og samkomuleiðarar tillagaðu sínar talur, soleiðis at teir kundu tala um tað, sum fólki hevði tørv á at hoyra júst í hesi støðu. Tíð verður brúkt til at greiða frá Guds almátti. Jesu uppofrandi kærleiki til menniskju verður undirstrikaður. Vónin um uppreisn frá deyðum verður fagnað. Hóast alt hetta er gott, rætt og veitir hjálp, so er eisini neyðugt hjá prædikumonnum at hugsa longur fram í tíðina. At hugsa longur enn teir komandi sunnudagarnar og hugsa um teir komandi mánaðirnar.

Kelda: thegospelcoalition.org.
Greinin er skrivað til amerikanska samfelagið, har kirkjurnar og samkomurnar ikki hava tekstarøðir, sum Føroyska Fólkakirkjan hevur.

Tað er væl hugsandi, at heimsumfatandi farsóttin fer at halda fram – summir serfrøðingar vænta, at talan kann vera um meira enn eitt ár afturat – og tí er tað hvørki gott ella  nyttuligt hjá talarum at koma við sama boðskapi aftur og aftur alla hesa tíðina. Hvat skulu vit so læra og tala í longdini?

Avbjóðingin við talum um eitt ávíst evni

Sum altíð, so eru nógvir møguleikar. Tað ber til at hava eitt gjøgnumgangadi evni yvir fleir vikur, t.d. um líðing, álit ella bøn. Tað er einki at ivast í, at tað hevði verið gott hjá fólki at hoyrt um hetta. Men, vit kunnu møguliga ikki strekkja hesi evni yvir meira enn eini fýra til seks vikur. Og hvat hendir so? Hvat er tann næsta evni? Vit kundu møguliga havt eina gjøgnumgongd av trúarhetjunum í bíbliuni, og so greitt frá hvussu tey vóru lýðin Gudi í teimum truplu umstøðunum tey vóru í. Og hvat so aftaná tað?

Stóra avbjóðingin við at hava talur um ávís evni er, at fyrr ella seinni, so strekkir hugflogið ikki til fleiri evni, ella eru ikki nóg nógvir tekstir í bíbliuni, sum vit kunnu brúka til eitt ávíst evni, sum vit vilja hava fram. Fyrr ella seinni koma vit til, at nógv av tí, sum stendur í bíbliuni ikki passar undir evni, sum vit halda passa til okkara støðu. Nógv av tí, sum er skrivað í bíbliuni var jú skrivað inn í eina ávísa tíð ella støðu, sum er øðrvísi enn umstøðurnar, sum vit liva undir. Hetta kann fáa okkum at hugsa, at tað ikki er neyðugt hjá fólki at hoyra alla bíbliuna.

Men, tílík hugsan er ikki røtt. At bíblian sigur nógv ymiskt inn í nógvar ymiskar støður vísir okkum, at Gud hevur nógv at siga okkum, bæði í góðum og ringum tíðum. Tað er við til at vísa okkum, at tað sum okkum veruliga tørvar at vita, er meira enn tað, sum vit sjálvi hava mett vera neyðugt júst í hesi tíð.

Uppbygnaðurin av sjálvari bíbliuni er møguliga eisini ein ábending av, at besti hátturin at undirvísa í bíbliuni møguliga ikki er við at taka evni fram, men heldur miðvíst at gjøgnumganga alla bíbliuna – eisini teir partarnar, sum vit ikki beinleiðis meta vera viðkomandi.

Okkum tørvar veruliga, at talarar tosa beinleiðis um støðuna viðvíkandi farsóttini, men veruleikin er tann, at tað er ongin einstøk tala ella røð av talum – líkamikið hvussu góð og umfatandi røðin er – sum kann skapa tað sama sum fleiri ár av bíbliuundirvísing og gjøgnumgongd. At taka serligt atlit til eina neyðstøðu er sera umráðandi, men hetta kann ikki koma ístaðin fyri langtíðar uppaling og vøkstur.

Alt Guds ráð

Um alt hetta er satt, so er tað væl hugsandi, í hesi serligu tíð vit liva í, at prædikumenn tey komandi árini eiga at gera alt teir kunnu fyri at upplæra Guds samkomu í so stórum parti av bíbliuni sum gjørligt. Nú er møguliga lagaliga løgan at leggja eina langtíðar ætlan, sum leiðir samkomuna ígjøgnum nakrar av teimum stóru bókunum í Gamla Testamenti úr enda í annan, uttan at leypa nakað um, ella møguliga at gjøgnumganga eitt heilt evangelii vers fyri vers. Tíðin er eisini komin til, at prædikumenn hugsa, hvat fólki skal hoyra næstu fimm ella 10 árini. Hóast tað kann tykjast, sum hetta er at hugsa ov langt fram í tíðina, so er tað eisini spennandi at hugsa sær, hvussu nógv kundi verið gjøgnumgingið við eini tílíkari ætlan.

Aftaná 10 ár við góðari undirvísing í ymiskum bókum í bíbliuni, so er tað væl hugsandi, at samkoman hevur hoyrt bæði 1., 2., 3., 4., og 5. Mósebók. Møguliga hava tey gjøgnumgingið tvey evangelii, fleiri av brøvunum í Nýggja Testamenti, ella gjøgnumgingið átta teir fyrstu kapitlarnar av Ápostlasøguni uppá fýra mánaðir.

Líkamikið, júst hvussu hetta verður skipað, so hevur samkoman lært eina rúgvu, og ein stórur partur av hesum kemur bara sum eitt plus í mun til, hvat hevði verið gjøgnumgingið, um alt varð skipað í evni. Í byrjanini sær tað møguliga ikki so viðkomandi út, men tað verður viðkomandi, tí tað er sera myndandi. Meira kristin verða myndaði av bíbliuni, meira klár vera tey til at møta teimum avbjóðingum sum koma eisini í 2030.

Tað er ikki vist, at tað verður ein onnur farsótt, men tað verður heilt víst okkurt. Og um so “einki” verður, so veksur samkoman sum Jesu lærusveinar, sum kunnu liva honum til æru í góðum sum í ringum tíðum.

Orð: Tim Patrick og Andrew Reid.
Tim Patrick er rektari á the Bible College of South Australia. Andrew Reid er fyrsti rektari á Evangelical Theological College of Asia í Singapore.