Ein sera góður dagur
Hósdagin 5. mars, skipaði Føroyska sjómansmissiónin og Bróðurringurin á Havinum fyri evnisdegnum: “Jesus við umborð” í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak og í ár vóru 26 luttakarar.
Høvuðsendamálið við degnum er, at seta fokus á ymisk evnir, sum styrkja luttakararnar í kristnari trúgv og tænastu.
Á skránni var áhugatímin: ‘Hvussu møta menniskjum?’ Bíbliutímin: ‘Nær er trúgvin nóg stór?’ Og síðsti tímin kallaðist: ‘Sjómaður hevur orðið.’
Dagurin byrjaði við morgunmati. Á middegi var døgurði og kaffi og søtmeti stóð frammi allan dagin.
Ein av luttakarunum var Ingolf Johannesen úr Sandavági. Tá hann var spurdur hvussu dagurin hevði verið, svaraði hann: – Hetta var ein sera góður dagur. Evnini vóru bæði góð og áhugaverd og tað er týdningarmikið. Tað er umráðandi at núverandi og fyrrverandi sjófólk eisini verða styrkt í kristnu trúnni og í kristna lívinum!
Hevur tú luttikið fleiri ferðir? – Ja. Hetta var triðju ferð, og eg havi verið væl nøgdur hvørja ferð. Tað kemst eisini av, at evnini, sum eru viðgjørd, hava verið viðkomandi fyri sjófólk – ja, fyri øll kristin fólk.
– Liggur dagurin rætta tíðarbilið? -Tað hugsi eg. Tað eru altíð nøkur sum eru burturstødd, meðan onnur eru heima, óansæð nær dagurin er á árinum. Dagurin var góður og vil eg viðmæla hann, sigur Ingolf Johannesen.
Torleif Johannesen
