Eindin skipar aftur í ár fyri jólaborðhaldi – tilmeldingin letur upp næsta fríggjakvøld

“Eindin” er heitið á familjuarbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og eitt av árligu tiltøkunum er eitt jólaborðhald fyri hjún. Seinastu árini hevur borðhaldið verið á Hotel Føroyum í Havn, og so verður aftur fríggjakvøldið 22. november í ár.

Endamálið við jólaborðhaldinum er at geva hjúnum eitt høvi at hugna sær saman, við góðum mati, tónleiki og undirhaldi, og hartil rúsfrítt, og samstundis fáa nøkur uppbyggjandi orð um hjúnalagið heim við sær. Tiltakið hevur verið sera væl umtókt frá byrjan, og í fjør var fullteknað eftir góðan tíma.

Aftur í ár hava Erla Mortensen, samskipari, og landstoymið fyri barna- og familjuarbeiðið lagt eina spennandi skrá fyri kvøldið. Tú kanst lesa um skránna niðanfyri, ella trýstið á leinkið her.

Heitið á upplegginum hesaferð er: “Er grasið grønari hinumegin? Eitt gott parlag má røkjast og raðfestast”. Tað eru Sigrun Heldarskarð, psykoterapeutur MPF, og Pól Johannessen, trúboðari, ið hugleiða um evnið.

Matskráin verður eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu ár. Tað verður forrættur, fiskasúpan við fyllu. Høvuðsrættur er lambskjøt við gularót, bakaðum epli, brúnkaðum eplum, sós og heimagjørdum reyðkáli. Omaná verða sukurdampaðar rabarbur við chantilly kremi og knasi.

Góður tónleikur verður eisini. Umframt felagssang syngja bæði Tórfríð Tausen og T.O.S. (“Tollarar og syndarar”). Harumframt kemur Bill Justinussen at undirhalda. Borðharrar verða Ásbjørn Berthelsen og Kristian Martin Petersen. So lagt er upp til eitt hugnaligt, stuttligt og uppbyggjandi kvøld á Hotel Føroyum 22. november klokkan 19.

LES EISINI  Pappírsleys viðurskifti

Kostnaðurin fyri alt hetta er 1.150 krónur fyri eini hjún, og tekningin letur upp næsta fríggjakvøld (18. oktober) klokkan 18 á mission.fo/tilmelding. Ein rindar samstundis, sum ein teknar seg. Gev gætur, at tað er avmarkað pláss.

Høvi verður eisini at gista á Hotel Føroyum. Hjúnakamar á Hotel Føroyum í sambandi við hetta tiltakið kostar 1.000 krónur, og á Kerjalon kostar tað 850 krónur. Tað bíleggur ein, samstundis sum ein teknar seg til sjálvt borðhaldið.

Sera spennandi skrá til jólaborðhaldið hjá Eindini 2019

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina