Eitt í Kristusi – mitt í okkara ymiskleika 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit liva í eini tíð, har mangir felagsskapir syndrast. Vinaløg, sum áður hildu í áratíggju, verða nú brotin av sjónarmiðum, sum kanska ikki høvdu verið verd at nevna fyri fáum árum síðani. Tað tykist, sum vit í vaksandi mun hava mist førleikan – ella kanska dirvið – at rúma hvørjum øðrum í okkara ymiskleika. Í einum samfelagi, har algoritmur skapa ekkókømur, og sosialir miðlar løna hvøssum áskoðanum meira enn opnum spurningum, er tað ikki so løgið. Polariseringin er ikki bert politisk – hon er eisini menniskjanslig. 

Vit síggja betur tað, sum skilur okkum, enn tað, sum sameinir okkum. Og hetta er ikki bert galdandi í politikki ella á sosialum miðlum. Tað er eisini galdandi í kristnum felagsskapum. 

Andaliga tvístøðan 

Fyri mong trúgvandi kann tað ikki bara vera trupult, men næstan ómøguligt at vera verandi í einum felagsskapi, har ein kennir, at Guðs orð verður skeiklað ella sett í vanda. Tað kann kennast sum ein vanvirðing av okkara persónliga integriteti – ja, sum eitt svik móti Guði sjálvum – at vera verandi í onkrum, ein ikki kann standa inni fyri. Sjálvt hin minsti feilur, sum vit síggja hjá øðrum, kann gerast stórur, tí hann hevur týdning fyri okkara fatan av bæði Guði og menniskjum. 

LES EISINI  Hugnaløta fyri sjómansfamiljur

Men Paulus minnir okkum á, at vit kenna í pørtum (1 Kor 13,9). Tað vil siga, at vit ikki síggja alla myndina. Ikki enn. Okkara fatan er avmarkað – eisini tann gudfrøðiliga. Og júst tí talar hann í Rómbrævinum 14 um rúmsátt: Ein hevur trúgv til eitt, ein annar til nakað annað. 

Tað krevur ein serligan kærleika at vera verandi í einum felagsskapi, har ein ikki altíð skilir ella er samdur. Ein kærleika, sum ikki er blindur, men sum velur viðkvæmi fram um tryggleika. Tað er júst hetta viðkvæmi, C.S. Lewis viðger í The Four Loves

“At elska yvirhøvur er at vera viðkvæmur. Elska eitthvørt, og hjarta títt verður vríggjað og møguliga brotið… Goym tað trygt í kistuni… men í teirri kistuni… fer tað at gerast óbrotuligt, óatkomuligt, óbøtandi.” 

Lewis skrivaði hetta við royndunum frá heimsbardaganum í huga. Men sitatið rakar okkum framvegis í dag. Tí einasti mátin at sleppa undan stríði í felagsskapi er at sleppa undan felagsskapi. Tað kann tykjast freistandi. Vit kunnu fjala okkum í makligum bólkum, umgird av fólki, vit eru samd við. Men í teirri “kistu”, sum Lewis nevnir, missir hjartað sín bleytleika. Tað verður hart, afturlatið og kensluleyst. 

LES EISINI  Nýtt bønarátak savnar rørsluna í bøn

Tá kristnir felagsskapir endurspegla sama harðleika og sundurbýti, sum vit síggja í restini av samfelagnum, missa vit ikki bert hvønn annan – vit missa eisini vitnisburðin um ein annan veg. Tí hvat hava vit í veruleikanum at siga við heimin um kærleika og fyrigeving, um vit ikki sjálvi tora at liva í tí? 

Felagsskapur er dirvi 

Tað er ein pína at elska og ein vandi í at hoyra til. At vera verandi í einum kristnum felagsskapi, har ein ikki er samdur um alt, krevur dirvi. Tað krevur eyðmýkt og álit á, at tað ikki er okkara semja, men Guðs náði, sum ber. Kanska er tað júst har, felagsskapurin verður heilagur: tá vit velja at vera verandi – eisini tá tað kostar. 

Kanska mugu vit aftur byrja at síggja felagsskapin sum nakað, vit tæna – ikki nakað, vit brúka. Kanska mugu vit góðtaka, at viðkvæmi ikki er ein feilur, men ein treyt. Kanska eru vit kallað at vera verandi og tæna – ikki tí alt er, sum tað skal vera – men tí Kristus var verandi hjá okkum allar dagar til enda heimsins. 

LES EISINI  Eg gerist sjúk, um eg ikki kann savnast við Guds fólki!

 Og júst hetta er okkara felags grundarlag: ikki at vit eru eins, men at vit hava sama tilknýti. Bíblian sigur, at vit eru eitt í Kristusi (Gal 3,28), ikki tí vit hugsa tað sama, men tí vit hoyra til sama Harra. Okkara felagsskapur er ikki nakað, vit finna uppá, men nakað, vit eru kallað at varðveita – við friðarins bondum (Ef 4,3). 

At vera eitt í Kristusi merkir ikki, at vit skulu viska burtur okkara ymiskleikar ella savna øll undir eini formi. Tvørturímóti: Á Kristi likami eru bæði hendur og føtur, eygu og oyru. Vit tæna ymiskt – men vit hoyra til sama likam. Tí skulu vit elska og virða hvønn annan hóast okkara ymiskleikar. 

Og kanska er tað júst her, vit hava nakað at geva inn í ein heim, sum ofta missir felagsskapin við fyrsta tekin um ósemju. Um kirkjan kann rúma tí ymiskleika, sum samfelagið stríðist við at umsita, verður okkara felagsskapur ikki bert ein innanhýsis søk – men ein vitnisburður um nakað størri. Ein vón hjá teimum, sum leingjast eftir at hoyra til uttan at skula vera eins. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina