Eitt smíl kostar einki

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hesa síðstu tíðina er á mínum arbeiðsplássi vorðið varpað serliga nógv ljós á tónalag og atburð mótvegis hvør øðrum. Ein starvsfelagi hevur hongt ymisk orðafelli upp á veggir runt um við ymiskum góðum orðum um, hvussu vit møta hvør øðrum. Hvønn dag møti eg upp ímóti 350 børnum og ungum á skúlanum við hvør sínari ‘persónligheit’. Eg eri saman við hesum næmingunum meira og minni, tí eg hitti øll til morgunsang fyrst á morgni. Afturat tí eri eg dagliga saman við nærum 40 vaksnum starvsfeløgum og hitti ikki minst fleiri foreldur hvønn dag.

Sum lærari arbeiðir tú við menniskjum, eins og tú eisini gert á fleiri øðrum arbeiðsøkjum. Vit møta so ómetaliga mongum menniskjum hvønn dag í øllum aldri við ymiskari bakgrund. Teirra byrjan uppá dagin kann vera so ymisk. Tí kann tann mátin, vit møta teimum við, hava stóra ávirkan á dagin framyvir. Tá tú ert ímillum so nógv fólk í so nógvar tímar, møðist tú skjótt. Og tað er eingin loyna, at har nógv børn eru, er ljóðstøðið eisini høgt. Tá er skjótt at gerast móður og ótolin. Tónalagið kann skjótt harðna og gerast hvassari enn ætlað. Hetta kann lættiliga vinda uppá seg, gerast nakað, ið hongur við og gevur eitt neiligt huglag í gerandisdegnum, har tú skalt vera so stóran part av degnum. Hetta smittar. Børn hava ikki sama filtrið, sum vaksin at vanda sær um orðini og tónalagið. Og tey gera sum tey vaksnu. Tí muga vit byrja við okkum sjálvum og vanda okkum um orðini, tónalagið og andlitið.

Eitt harðligt orð ella eitt óblítt andlit kann vera við til at oyðileggja restina av degnum hjá tí, tað rakar. Vit kenna øll, hvussu vit sjálvi skjótt kunnu gerast tvitin, tá vit hitta fólk, ið eru óhøvisk, óblíð og so framvegis. Tí hetta ávirkar.

Sum lærari hugsi eg mangan: Hvussu vil eg, at mínir næmingar skulu minnast meg? Sonur mín segði nú ein dagin, at onkur av hansara lærarum altíð smíltist og ongantíð skeldaði. Hetta fekk meg at hugsa um mína ávirkan á mínar næmingar og tey, eg eri um í mínum gerandisdegi.

Men hetta er ikki bara galdandi fyri lærarayrkið. Á øllum arbeiðsplássum og har vit annars hitta fólk, eiga og kunnu vit vísa blídni. Smílið frá handilsfólkinum, tá tú keypir okkurt, kann gera undurverk fyri dagin hjá onkrum. Og vera vit ikki øll upplyft av einum blíðum andliti ella einum vinarligum orði? Tað kostar okkum einki. Tvørturímóti fáa vit sjálvi nakað. Ein persónur, ið ikki dugir at vera vinarligur, hevur enn meira tørv á einum vinarligum orði. Byrja heima hjá tær sjálvum at byggja ein góðan tóna upp, tí tað gevur eisini ávøkst!

Um blómur tú sáar, tær spretta
íkring teg, hvar ið tú enn fer;
spreið illgras og illgrasið yður.
Tú heystar, sum sáar tú her.

Ver blíður, og blídni tær unnist,
ber ófrið, og ófriður er,
ber góðvild, og tú fært tað sama.
Tú heystar, sum sáar tú her.

Ber gleði, ið hvar tú enn kemur,
og kærleikin sólskin tær ber;
birt vónir, og vón tín man nørast.
Tú heystar, sum sáar tú her.

Ber trúgv, har sum vónloysi ræður,
ver glaður í lítlari gerð;
ver nøgdur, og nøgdsemi veksur.
Tú heystar, sum sáar tú her.