Eri eg nóg góð/ur?
Vit jagstra likes og viðurkenning á sosialu miðlunum, men gerast vit nakrantíð veruliga nøgd?
Ímynda tær, at tú hevur lagt eina mynd út á Instagram. Kanska frá ferðini, eina familjumynd ella av sólsetrinum. Tú dagførir síðuna nakrar ferðir – hevur nakar likað? Havi eg fingið nakrar viðmerkingar? Tað er ein góð kensla at verða sæddur og viðurkendur, ikki so?
Instagram, Facebook, Snapchat og TikTok eru stórur partur av heimi okkara í dag, og tað er lætt at byrja at máta okkara virði eftir, hvussu nógv “dámar” vit fáa.
Vit eru skjót at samanbera okkum við onnur – ella við fremmand á netinum: “Hennara hár situr altíð perfekt, so eg má eisini fara upp fyrr og gera okkurt við mítt morgunhár.” Kanska hugsar tú eisini: Eri eg nóg góð/ur, sum eg eri?
Tá sosialu miðlarnir stýra
Sosialu miðlarnir kalla okkum inn í ein felagsskap, men teir framkalla eisini eina kenslu av einsemi. Vit verða ávirkað úr høgru og vinstru, tá onnur vísa sítt perfekta lív fram á Instagram. Hetta kann føra til hugsanina: Er mítt lív nóg gott? Eri eg nóg góð/ur, sum eg eri?
At fáa íblástur frá øðrum er ikki neiligt, men tað gerst ein trupulleiki, tá vit halda, at vit bert kunnu finna viðurkenning á sosialu miðlunum. Tí hvussu leingi kunnu vit veruliga liva av likes frá øðrum? Vit fáa likes í dag, men í morgin eru vit gloymd.
So kunnu vit spyrja okkum sjálvi: Hvar liggur virði mítt veruliga?
Gud hevur longu givið tær virði
Hjá Gudi hevur tú eitt virði, uttan mun til hvat onnur halda um teg. Tú ert elskað/ur – Gud elskar teg!
Tú skalt ikki vera á ein ávísan hátt fyri at vera í felagsskapi við Gudi. Tú skalt ikki hava eitt ávíst tal av likes, fyri at Gud skal dáma teg. Gud elskar teg, júst sum tú ert, og hann elskar teg, júst sum tú sært út. Hann elskar teg uttan filtur.
Tú skalt tískil ikki avrika nakað, fyri at Gud skal síggja teg – Gud elskar teg longu, og tað fer hann altíð at gera.
“… tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur…” (Jes. 43,4).
Kelda: Jesusnet.dk / Hanna Mørk. Gunnvør Hentze týddi.