ES vil keypa gass úr Ísrael

Gass úr Miðalhavinum skal frá nú og fram eftir viga upp ímóti nakað av russiska gassinum til Evropa.

ES vendir sær nú til Ísraels og Egyptalands fyri at vinna nakað av mista russiska gassinum aftur við gassi úr Miðalhavinum. Ein avtala millum ES, Egyptaland og Ísrael varð undirskrivað í Kairo 15.juni. Málið hjá ES er at gerast óheft av russiska gassinum og tískil forða fyri trýsti úr Russlandi.

– Við hesi avtalu ætla vit okkum at virka fyri at fáa til vega eina støðuga útvegan av gassi til ES úr eystara parti av Miðalhavinum. Hetta kemur at verða ein liður í okkara orkutrygd, skrivaði forsetin í ES-kommisiónini, Ursula von der Leyen á Twitter á sjeynda fundinum í eystara Miðalhavs gass forum(EMGF) í Kairo 15.juni.

Síðsta ár innflutti ES umleið 40% av gassi úr Russlandi. Sambært Ursula von der Leyen er tað í fyrstu atløgu talan um, at Ísrael skal senda meira gass gjøgnum Egyptaland, ið hevur infraskipan til at útskipa gassið við tangaskipum, verður tað víst á í eini fráboðan frá tíðindaskrivstovuni AP.

– Kreml hevur roynt at leggja trýst á okkum, av tí at vit eru so bundin at russiskum fossilum brennievni. Síðan kríggið byrjaði hevur Russland tilvitað kvett útveganina av gassi til Pólands, Bulgaria, Finnland, Danmark og Niðurlond sum aftursvar  fyri okkara stuðul til Ukraina, segði Ursula von der Leyen í eini røðu á Ben-Gurion universitetinum í Beersheba sambært AFP.

Vitjan í Ísrael

ES leitar eisini á annan hátt eftir at fáa útvegað orku úr Miðalhavinum. Ursula von der Leyen greiddi undir síni vitjan í Ísrael frá, at hon hyggur nærri at møguleikunum fyri at fáa etablerað ein kraftkaðal millum Ísrael, Kypern og Grikkaland. Hin møguleikin er ein rørleiðing fyri náttúrugassi og brinti úr Miðalhavinum, skrivaði Bloomberg News.

Ursula von der Leyen gjørdist heiðursdoktari á Ben Gurion Universitetinum í Beersheba.

Men rørleiðingin hevur víst seg at vera trupul at fíggja, aftaná at Biden fyrisitingin misti áhugan í tí loysnini. Turkaland er helst eisini sinnað at royna at fáa Ísrael við uppá tankan um eina rørleiðing gjøgnum Turkaland.

Framferðin hjá Kreml styrkir okkara ætlanir at gera okkum óheft av russiskum fossilum brennievni. Vi kanna nú møguleikarnar at víðka okkara orkusamstarv við Ísrael, segði von der Leyen undir vitjanini í Ísrael herfyri.

– Evropa hevur tørv á orku, og Ísrael hevur nátúrgass á síni sjóleið. Hetta eru góð tíðindi fyri Ísrael, Italiu og Evropa, segði israelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett undir einum fundi, har eisini italski forsætisráðharrin, Mario Draghi var til staðar.

– Vit vilja minka okkara bundni at russiska gassinum, segði Draghi, ið fylgdi forsetanum í ES-kommissiónini undir vitjanini í Ísrael, skrivaði 24NEWS.

Nýggj avtala

Gassavtalan á EMGF fundinum í Kairo varð undirskrivað av ES-orkukommiserinum, Kadri Simson, ráðharranum fyri olju og mattilfeingi, Tarek El-Molla og Ísraelska orkumálaráðharranum Karine Elharrar og í hjáveru av forsetanum í ES-kommisiónini, Ursula von der Leyen.

– Hetta er ein stór løta, har lítla Ísrael gerst ein týðandi viðspælari á globala orkumarknaðinum. Hetta memorandum um semju fer at lata upp fyri ísraelskum útflutningi av náttúrugassi til Evropa á fyrsta sinni. Tað er meira undranarvert, enn tað sær út til. Ísrael og orku-og vatnfelag Ísraels verður við hesum ein lyklaspælari í heiminum, segði Ísraelski orkuráðharrin Karine Elharrar sambært Times of Israel.

Sambært tíðindablaðnum hevur Ísrael tvey gassøki í rakstri, ið samlað er mett til 690 milliardir rúmmetrar av náttúrugassi. Eitt triðja øki er somuleiðis undir menning. Sambært útrokningum frá Channel 12 kann avtalan við ES kasta av sær eina mia shekel (290 mió dollars) í ísraelska statskassan. Ráðharri Egyptalands fyri olju- og mattilfeingi, Tarek El-Molla, segði, at avtalan er ein týðandi varði fyri samstarv millum Egyptaland, Ísrael og ES.

– Avtalan kann føra til víðkað samstarv í EMGF, ið umfatar Jordan, Ísrael, Kypern, Grikkaland, Egyptaland, PA(palestinska sjálvstýrið), Frakland og Italia, viðmerkti Tarek El-Molla.

ES & Ísrael

Forsætisráðharrin, Naftali Bennett vísti undir fundinum við von der Leyen á, at Ísrael er farið frá at vera innflytari av gassi til at vera útflytari av gassi úr egnum sjóøki.

– Eg eri glaður fyri, at eg í dag kann siga, at Ísrael og Evropa eru á eini sterkari og jaligari kós. Handil, nýskapan og búskaparligt samstarv verður økt. Vit eru vitni til, at okkara samstarv røkkur nýggjar hæddir, segði Bennett sambært einum tíðindaskrivi frá eini stjórnarskrivstovu(GPO).

– Jødiska fólkið í Evropa hevur eina drúgva søgu. Í dag kunnu vit líta frameftir, vælvitandi, at Evropa er í hondunum á leiðarum sum tær, ið skilir týdningin og ábyrgdina og sum virkar avgjørt ímóti antisemitismuni. Bennett rósti samstundis ES virkseminum mótvegis kjarnorkuskipan Irans, eftir at Iran herfyri tók burtur vakmyndatólini. Bennett ynskti eisini Ursula von der Leyen tillukku við heitinum, heiðursdoktari frá Ben-Gurion Universitetinum.
Udfordringen: Vidar Norberg

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina