Eskjurnar úr Føroyum fara til Ukraina og Miðasia

Vit hava fyrr boðað frá, at eskjurnar úr Føroyum í ár fara til Vesturafrika og Asia, men nú hava vit fingið onnur boð úr Onglandi.

Christmas Child Føroyar harmast um, at ymisk boð koma, men eskjurnar úr Føroyum fara í ár til Ukraina og Miðasia.

Børnini hava brúk fyri heitum húgvum, hosum, vøttum o.l., so tað kemur væl við at fáa. Umframt heit pløgg, so eru eisini fleiri onnur hugskot til, hvat vit kunnu koyra í eskjurnar í faldarunum og á heimasíðuni www.christmaschild.fo.

Leggjast kann afturat, at umframt, at tað ber til at fylla eskjurnar við kærleiksgávum úr Føroyum, so ber eisini til at keypa eskjur online á heimasíðuni hjá Chritsmas Child.

Trýst á hesa leinkjuna:  “Keyp skógvaeskjuna online

Vit vóna, at føroyingar aftur í ár vilja gleða børn við at senda skógvaeskjur fyltar við gávum. Fleiri av teimum børnunum, ið fáa eskjur, fáa helst onga aðra jólagávu, og hjá fleiri er tað helst fyrstu ferð, at tey fáa eina jólagávu, skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðuni.

LES EISINI  Christmas Child: Eskjuinnsavnan 2024

Seinasta freist at lata eskjurnar inn er 26. oktober 2025!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina