Ester hevur sagt seg úr starvi

Ester við Korkusá, skrivstovufólk, leitar sær eftir øðrum avbjóðingum og fer úr skrivstovustarvi sínum í Nesvík frá seinast í hesum mánaði.
Ester sigur, at hon hevur verið sera glað fyri tíðina, hon hevur starvast í Heimamissiónini. Tað hevur verið eitt gott og gevandi arbeiði.

– Vit takka Ester fyri tíðina og ynskja henni alt tað besta við bøn um Guds ríku signing yvir hana og familjuna, siger Andrias Magnussen.
Starvið er eitt parttíðarstarv, ið millum annað fevnir um ábyrgd av bókasølu og eisini nethandlinum Manna.fo

LES EISINI  Fráfaringarløta fyri Øssuri
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina