Eyðmýkingin hevur eitt endamál

Eyðmýkið tykkum tí undir Guds veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum.

1 Pæt 5,6

Tað eru góð høvi at draga fram tílík orð, tá ið andakt skal vera hildin fyri gomlum. Tí, spyr onkur meg, hvussu tað er at gerast gamal, svari eg ferð eftir ferð: tað er eyðmýkjandi.

Tú hevur nógv at læra í hesum eyðmjúkileikans skúla. Eitt eigur at verða nevnt, ið býður mær ímóti, og sum eg haldi vera særandi, ja, andstyggilgt. Tað er at siga nei takk til eina góða innbjóðing. Júst vit gomlu uppliva eina mongd av rundum føðingardøgum, minningarhaldum og annað. Nú eru liðin mong ár, síðan eg segði, ja, við tí fyrivarni: tit mugu orsaka, eg má fara klokkan hálvgum tólv. Men nú ræður so bara um at siga nei, tí eg veit, at tá ið eg havi sitið við borðið í einar tveir tímar og lýtt á talur, ja, so loypur tað runt í høvdi mínum, so annaðhvørt má eg sita og hanga á einum stóli og fáa mær ein blund av og á, ella eisini eri eg noyddur at fara – fólkaliga og blídliga siga neitakk til eina hugnaliga veitslu, minningarhald, kanska ásannandi orð til ein annan.

LES EISINI  Æra og samleiki

Kæru vinir! Vónandi fáa tit ein góðan stuttleika uttan meg. Tað gera tey ungu eisini. Tey eru ógvuliga beinasom at bjóða einum. Hjá teimum er tað eingin vanlukka, um eg ikki komi.

Bara: hjá mær sjálvum, er hetta ein eyðmýkjan.

So rættir trúfasti Gud og faðir okkara eitt stimbrandi og eggjandi orð. Eyðmýkingin hevur eitt endamál. Gud hevur í kærleika og náði síni eina serstaka ætlan við eyðmýkingum sínum. Vit fáa okkurt ístaðin. Á sínum degi vil hann upphevja okkum.

Og tann, sum í hásætinum sat segði: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” (Op 21,5).

“Til andans stóru náðifest mær Harrans rødd nú bjóðar, far frá mær alt, meg gleddi mest, um Gudi ei tað hóvar; far av mær hvørt eitt haft og band, ei gull og góðs, ei hav og land skal Harrans gesti forða.” Slb. 461,1

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina