Eyðmýktur alment fyri at siga frá um Jesus
“Sig tað aftur! Hvat fert tú at gera, og hvat fert tú ikki at gera?”
“Eg fari ikki longur at prædika kristindóm.”
Soleiðis ljóðaðu orðini frá tí kristna Nirmal Das í Bangladesh og forfylgjarum hansara – teimum, sum fyrr í summar drógu Nirmal inn á almenna marknaðin fyri alment at ákæra og hótta hann. Hann var noyddur at halda fyri oyruni – ein skammiligur gerningur í suðurasiatiskari mentan – meðan hann lovaði ongantíð aftur at deila evangeliið við onnur.
Nirmal býr í Nalitabari, sum liggur 200 km norðanfyri høvuðsstaðin Dhaka í Bangladesh. Seinastu fýra árini hevur hann undirvíst serliga hinduistiskum arbeiðsfólki og lært tey at lesa og skriva, tí Nalitabari liggur í einum øki, har nógv duga ikki at lesa og hava vánaligar útbúgvingarmøguleikar. Nirmal brúkti ofta bíbliusøgur til at gera lesi- og skriviundirvísingina livandi.
Júst brúk hansara av bíbliusøgum var orsøkin til trupulleikarnar, sum førdu til hóttanir frá einum bólki av ekstremistiskum muslimum. Nirmal hevur verið fyri eyðmýkingum og forfylging, og ein video av hendingini verður spjadd á sosialum miðlum.
Videoin vísir, at Nirmal verður noyddur at lova, at hann ikki fer at royna at umvenda nakran til kristindómin, og at hann er til reiðar at taka sína revsing, um hann verður tikin í at gera nakað líknandi aftur.
Samstarvsfelagar hjá Open Doors siga, at teir skráseta fleiri og fleiri hendingar sum hesa, Nirmal hevur verið fyri. Henda gongdin skelkar tey kristnu samfeløgini á staðnum og merkir, at summi hava steðgað sínum kirkjuligu virksemi. Ræðslan breiðir seg millum tey kristnu.
”Ein kreppa er ávegis. Hetta er ein greið ávaring til kirkjur og kristin. Tað eru ikki duldar hendingar, tí tað hendir í ymiskum pørtum av landinum,” greiðir ein av okkara staðbundnu samstarvsfeløgum frá.
Meðan ekstremistiskir, islamiskir bólkar standa aftanfyri flestu skrásettu hendingarnar, eru eisini politisk flokkar, sum kunnu vera á veg til valdið, byrjaðir at gera sína ávirkan galdandi. Hóast teir ikki hava fult politiskt vald enn, eru teir farnir at leggja trýst á ikki-muslimsk samfeløg – serliga kristin.
Bið fyri Bangladesh
- Bið fyri Nirmal og øðrum eog teimum sum undirvísir í lesi- og skriviførleikum.
- Bið Gud ugga tey, sum eru fyri ágangi.
- Bið um, at nærvera teirra kristnu í Bangladesh má fáa fleiri fólk at koma til trúgv á Jesus Kristus.
Kelda: Open Doors