Familjulega 6. – 7. mars
Komið við á familjulegu 6. – 7. mars og hugni tykkum eitt vikuskifti.
Familjulegan er full av stuttligum løtum fyri alla familjuna. Tað verður góð tíð at hugna sær saman við egnari familju og vinfólkum. Góður møguleiki er at knýta nýggj vinarbond, hjá børnum og vaksnum.
Okkurt er til alla familjuna
- Familjumøtir
- Juniorhugni
- Áhugatími til tey vaksnu, við Sverri Steinhólm har evni er “Guds góðska”.
- Hugni og spæl. Í Nesvík er sera gott spælipláss, vøllur og ein hylur, har børn og vaksin kunnu brúka nógva tíð. Inni eru m.a. ítróttarhøll, fótbóltsborð, borðtennisborð og gott pláss til hugna.
Tilmelding
- Tilmelding á mission.fo/tilmelding, har eisini er møguligt at síggja prísirnar
- Tilmeldingarfreistin er 27. februar.
Um legan verður fulltekna, verður ein bíðilisti at finna á sama staði, sum tilmeldingin fer fram.
Í upprunaliga partinum av húsinum eru tvær familjur í hvørjum kamari. Til ber at viðmerkja, hvørjum tit ynskja kamar saman við.
Eisini er møguligt at gista í nýggju lonini, har familjan er fyri seg sjálva. Hesi kømur hava eitt eyka gjald.

