Fann lívið har hann minst væntaði tað
Guds orð kann møta menniskjum á teimum sjáldsamastu støðunum. Muslimurin úr Kirgisistan var langt niðri, tá ið hann fann nakrar síður úr evangeliinum eftir Markus.
Hann var á einum almennum vesi, tá ið tað hendi. Nøkur bløð, sum lógu á gólvinum, fangaðu forvitni hansara. Hann tók tey og byrjaði at lesa. Seinni fann hann útav, at hetta vóru nakrar síður úr eini Bíbliu.
Maðurin tók bløðini við heim. Orðini raktu hann beint í hjartað, men gjørdu hann eisini ørkymlaðan. Hann vildi lesa meira, men kundi ikki, tí teksturin hevði hvørki byrjan ella enda.
Hann beit stoltleikan í seg og leitaði sær til ein prest, sum var tann einasti kristni, hann visti um.
– Eg hataði prestin og øll kristin. Ja, eg hevði enntá roynt at dripið hann, sigur hann og greiðir frá, at hann kastaði steinar eftir manninum frá einum byggipalli, har hann arbeiddi sum arbeiðsmaður.
Í dag er maðurin leiðari í eini meinigheit. Hann kann ikki lata vera við at smílast, tá ið hann sigur frá staðnum, har Gud møtti honum.
– At Gud kundi møta mær á einum vesi, er ein stórur mótsetningur, ja ógvuliga løgið og púra óhugsandi. Áður var eg íðin muslimur og tí var hetta eisini eitt óreint stað.
Hann hevði lívshættisligan livrakrabba og stórar trupulleikar við rúsdrekka misnýtslu. Konan hevði tikið børnini og var farin frá honum, tí hann hevði misnýtt hana.
Presturin tók væl ímóti honum, tá ið muslimurin bankaði á dyrnar.
– Gud er kærleiki og náðigur, segði presturin og gav manninum eina russiska Bíbliu. – Eg las alla Bíbliuna, tí eg vildi vita, hvør Gud er, sigur maðurin og leggur aftrat:
– Ávegis vísti Gud mær, hvør eg var.
Ein morgun, tá ið hann vaknaði við timburmonnum, kendi hann sera sterkan tørv at fáa Guds fyrigeving.
– Eg kendi, at eg fór at doyggja, um Gud ikki fyrigav mær, sigur hann.
Tá ið hann seinni las í Bíbliuni, hvussu Gud hevði bjargað fólkinum í Ísrael, fekk hann nýggja vón fyri síni egnu familju.
– Kundi Gud bjarga einum heilum fólki, kundi hann eisini bjarga okkum.
Bíbliufelagið hitti hjúnini á skrivstovuni hjá konuni, ið starvast sum leiðari. Hon hevur sitið friðaliga og lurtað eftir frásøgnini hjá manninum.
– Tá ið eg hoyrdi, at hann var vorðin kristin, líkaði tað mær einki. Hann hevði givið mær so nógva pínu og sorg. Eg helt, at hann slapp alt ov lætt, um hann bara kundi siga seg vera kristnan, biðja um fyrigeving og so gloyma alt, sigur hon.
Við tíðini merkti hon, at kristna trúgvin var ikki bara var eitt upplop og skálkaskjól. Hann var veruliga vorðin eitt nýtt menniskja.
– Vit avgjørdu at royna aftur, og eg kom sjálv til trúgv á Jesus Kristus.
Í dag standa tey saman í tænastu fyri Guds ríki. Bæði greiða frá, at tey eru vorðin grødd av álvarsamari krabbasjúku.
– Fleiri í okkara kirkju hava eisini upplivað grøðing, sigur hann og sigur frá einum gerandisdegi, har undur ikki eru so forkunnug.
– Vit eru ofta full av undran yvir alt, sum hendir. Nógv, serliga eldri fólk, hava til dømis møtt Jesusi í dreymi. Tey vita, hvat stendur í Koranini um Jesus, og skilja, hvør hann er, tá ið tey síggja hann í hvítum klæðum.
Kelda: Norska Bíbliufelagið/Kari Fure
Ásbjørn Jacobsen
