Fara grannar tínir í kirkju og hví rýma nakrir?

Ganga tínir grannar í kirkju? Um ikki, veitst tú so hví? Orsøkirnar eru helst ikki tær, tú helt tær vera. Ein nýggj kanning avdúkar, hví menniskju rýma úr kirkjunum, og hvat tú og tín kirkja kann gera fyri at venda gongdini og fáa tey rýmdu at venda aftur.

Evniorðið í teldupostinum sigur bara,”eh”. Drálandi at opna teldupostin frá sínum vini, Justin, trýsti Erik ivandi fyri at kanna leinkjuna. Aftur, hann klikkti. Upp kom nú ein grein frá einum vælumtóktum talgildum tíðindablaði, sum snúði seg um enn eitt trætumál í evangelisku kirkjuni.

Erik gjørdist ikki argur. Í veruleikanum kendi hann væl kensluloysi hjá vinmanni sínum mótvegis kirkjuni. Hann skrivaði alt fyri eitt eitt mergjað svar: “Og hvat ætlar tú tær at gera við tað?!”

Men áðrenn hann trýsti á, “Send,” segði ein nívandi kensla honum, at hansara klóka aftursvar ikki var tað besta svarið at senda kortini. Staðin tók hann ta avgerð enn einaferð ikki at leggja lag í at svara speiseminum hjá vinmanninum.

Justin er eins og so mangir aðrir. Einaferð kom hann so trúfast í eina staðbunda kirkju. Tað ger hann ikki longur. Hann heldur uppá, at hann er kristin, vónbrotin av trupulleikunum, hann sá í síni staðbundnu kirkju og í øðrum við. Hann hevur ikki verið á møti ella kirkju í mong ár nú.

Fyri stuttum gjørdi LifeWay Research eina kanning av fyrrverandi vaksnum kirkjulimum í USA, fyri at avdúka ávís rák ella lyndi um kirkjufólk, ið góvust. Kanningin gav okkum viðkomandi vitan um hugsanir og tankar hjá teimum, ið fyrr gingu í kirkju, og hví tey rýmdu, men hon avdúkaði eisini felags evni, ið hvussu vit kunnu fáa tey inn aftur í kirkjuna. Úrslit okkara góvu grundir til bæði at fegnast og at stúra.

Tey flestu okkara kenna helst onkran sum Justin, ið ikki longur gongur í kirkju. Og tað kemur ikki óvæntað á nakran, at kirkjan í USA sum heild er í afturgongd, men støddin og vavið á hesum er ørandi. Út av teim uml. 300 mió innbúgvum í USA koma minni enn 20% av hesum regluliga í kirkju. Kanningin bendi á, at 7,9 mió.  Amerikanarar kunnu rýma úr kirkjuni hvørt ár. Hyggja vit nærri at hesum tølum, so koma vit fram til, at meira enn 150.000 menniskju rýma úr kirkjuni hvørja viku.

Hví fóru tey?
Ógvisliga talið av teimum, sum rýmdu úr kirkjuni motiveraði okkum at kanna orakirnar til hetta. Kanningin avdúkaði fleiri felags øki, sum kundu vera frágreiðingin fyri, hví fólk valdu at rýma.

Broyting av lívsstøðuni
Størsta orsøkin til, at fólk rýma úr kirkjuni er ein lívsbroyting, ið noyddi fólk at gevast við at koma til lovprísan. Í roynd og veru søgdu 60% av fyrrverandi kirkjugangarunum, at ávísar broytingar og tillagingar í lívi teirra var orsøkin til, at tey góvust.

Júst ein triðingur av fyrrverandi kirkjufólkinum halda, at tey rætt og slætt hava ov nógv at gera fyri at koma har. Fyri tey eru lívsbroytingar – oftani tørvur í familju og heimi – eins týdningarmiklar ella meira enn tað at ganga í kirkju. Fleiri teirra søgdu, at familjuábyrgd fingu tey at kenna arbeiðsbyrðina og ábyrgdina ov stóra til at halda á at koma í kirkjuna. Og sannlíkindini eru størri fyri, at kvinnurnar(64%) heldur enn menninir(51%) fara at kenna eitt økt trýst av skyldunum við hús.

Eitt av teim meira óvæntaðu úrslitunum frá fyrrverandi kirkjufólkinum var lyndi teirra til at grundgeva við eini likamligari flyting frá heimakirkjuni sum orsøkina til als ikki at koma í nakra kirkju yvirhøvur. Umleið 28% av teimum, ið søgdu lívsstílsbroytingar at vera trupulleikin, søgdu, at flytingin til eitt annað stað fekk tey til at lata vera við at søkja eina kirkju. Ein slík grundgeving fyri at rýma frá kirkjuni staðfestir ein stóran tørv á útatrættaðum kirkjum. Tá ein persónur ella ein familja flyta til eitt nýtt stað og ikki eru motiverað at leita sær í aðra kirkju, so er tað upp til samkomur og kirkjur í hesum felagsskapi at rætta sær út til teirra.

Vónbrot við kirkjuna
Eins og Justin, so seta fleiri fyrrverandi kirkjufólk fram, at tey vóru vónbrotin við støðuna í kirkju teirra. Og 37% siga hetta vónbrotið vera eina av høvuðsorsøkunum fyri at rýma. Kanska kemur orsøkin heldur enn prosenttalið óvart á, tí ein sera stórur faktorur í hesum tali er sýnið á pastorin. Tey halda pastorin vera dømandi, óerligan, uppgjørdan og uttan góð gávur at tala.

Tað er áhugavert at staðfesta, at bert 15% av teimum, sum eru ónøgd við kirkjuna siga, at tað er vegna moralsk ella etisk mistøk av leiðsluni, meðan staðbundna og landsdekkandi pressan í heilum skrivar upp og niður um moralska niðursmelting av prestum, so hevur tað eftir øllum at døma ikki so stóra ávirkan á, um fólk vilja rýma úr kirkjuni ella ei.

Óbliða og kaldliga kirkjan
Ikki er pastorurin bert ein partur í ónøgdini innan kirkjuna, men sýnið av fyrrverandi kirkjufólki uppá tey inni í kirkjuni hevur eisini motivera fleiri at rýma. Av teim fyrrverandi kirkjufólkinum, sum søgdu frá einari ónøgd við fólk í kirkjuni, søgdu 45%, at hinir limirnir vóru dømandi og dupultmoralskir.

í 1.Kor.1,10, eggjaði Paulus kirkjuna at varðveita einheitina, ” Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan.
Altso ikki at hava tvídráttir innanfyri likamið. Kanning okkara vísir, at sameindin er lykilin hjá kirkjuni til at varðveita ein sunnan part av limunum. Um kirkjulimir bera agg og illvilja mótvegis hvør øðrum og ikki søkja semju innan likamið, ja, so fara fólk at rýma. Faktiskt, út av teimum, sum søgdu kirkjuna vera óblíða, rýmdu fleiri, tí tey ikki hildu Gud vera til staðar har.

Ikki kristin
Ein av allarstørstu missiónsmarkum kunnu vera fólkini, ið koma í kirkjuna hvørja viku. Ongin okkara veit neyvt, hvussu nógv av teimum, ið koma í kirkju, eru trúgvandi, men mong teirra, sum valdu og velja at rýma, tey vóru ongantíð kristin yvirhøvur. Okkara kanning staðfesti, at umleið ein fjórðingur, ið rýmdu úr kirkjuni førdu fram eina aðra trúgv ella at tey rætt og slætt mistu áhugan í átrúnaði.

Far nú ikki skeivur í hesum. Ikki bert rýma fólk úr kirkjuni, men nógv koma eisini inn ígjøgnum og fara so útaftur, uttan at tey møttu Kristusi. Og nøkur fara at nokta fyri at góðtaka Jesus sum Frelsara, óansæð hvussu evangeliskt sunnar kirkjurnar eru.

Hvussu tey kunnu venda aftur til kirkjuna
Ivaleyst hevur amerikanska kirkjan sera stórar avbjóðingar, av tí at milliónir av menniskjum rýma hvørt ár. Men vit halda tað eisini vera eina orsøk til eisini at vera bjartskygdur. Annar partur av okkara kanningararbeiði hugdi serliga at, hvussu vit kunnu fáa hesi fólk til at venda aftur til eina staðbundna kirkju. Tað vit komur fram til vóru nøkur einføld, kortini spennandi viðurskifti, ið kunnu fáa fólk til at venda aftur. Hesi tøl skuldu verið ein stórur uggi fyri tykkum. Spurningurin er so, hvat vit ítøkiliga kunnu gera fyri at fáa tey at koma aftur?

Innbjóðingarmátturin
Ein av teim mest undirmettu orsøkunum til, at menniskju koma aftur í kirkjuna er, at onkur rætt og slætt bjóðaði teimum. Tilsamans, 41% av fyrrverandi kirkjufólkinum søgdu, at tey vóru komin aftur til staðbundnu kirkjuna, um ein vinur ella kenningur bjóðaði teimum. Ung eru enntá enn meira ávirkað av innbjóðingarmáttinum. Umleið 60% av teimum ungu høvdu umhugsað at vent aftur, um onkur, tey kendu bað tey koma.

Ein einføld, tó máttmikil innbjóðing er møguliga alt, ið skal til, fyri at fáa tey fyrrverandi til aftur at vera við. Ger tín kirkja nakað fyri at búgva út fólk at bjóða fólki inn aftur? Tá fólk villast burtur frá kirkjuni, so áttu kirkja, vinir og familja at eggjað viðkomandi til at venda aftur.

Ger ein mun
Umleið ein triðingur av fyrrverandi kirkjufólki nevndi, at um tey skuldu komið aftur, so kundu tey hugsað sær at verið partur av staðbundnu eindini, har tey kundu gjørt ein mun. Fólk eru munandi meira brennandi og íðin í tænastuni, tá tey vita, Gud nýtir tey. Og kirkjur við stórari væntan av limum teirra hava nógv lættari at draga fólk aftur til kirkjuna. Tey fyrrverandi kunnu vera rýmd orsakað av fals og ósannindi, men tað eru høga støði og stóra væntanin, ið dregur tey aftur. Fólk vilja tæna og kenna, at tey taka lut í onkrum týdningarmiklum. Tað at fáa fólk at vera var við, at gáttin er sett høgt fyri at fáa tey við, far tey ikki til at venda við, men tað heldur motiverar enn meir at gerast partur av kirkjuni.

Topp trý
Við heilt einfalt at bjóða einum  vini aftur ella við at kunna hann um, at hann persónliga kann gera ein mun, so nýta vit her praktiska háttin at fáa tey at venda aftur. Tveir av topp motiverandi faktorunum at venda aftur eru andaligir. Næstan helvtin av teimum, ið umhugsa at venda aftur søgdu seg vilja gera tað, tí tað hevði leitt tey nærri Gudi. Fyri tað næsta, so venda menniskju ikki bara aftur til kirkjuna, tí Gud virkar í hjørtum teirra, men eisini tí, tey kenna ein tómleika í lívi teirra. Meir enn ein triðingur av teim fyrrverandi kirkjufólkinum siga, at tey høvdu vent aftur fyri at útfylla kensluliga og andaliga tómrúmið, tey hava kent á sær síðan tey rýmdu frá kirkjuni.

Triðja motiverandi støðan fyri at fáa tey at venda aftur til kirkjuna er at vera um tey, ið hava somu virði. Næstan ein triðingur segði, tey kundu hugsað sær at vent aftur til eina kirkju, har tey høvdu tað sama moralska støðið
Church Leaders

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina