Fíggindar skulu vit elska

Fíggindar skulu vit ikki berjast  ímóti, men elska.

Hetta segði stovnarin av Open Doors, Bróðir Andreas (1928-2022) og helt mangan fyri: “Arbeiði okkara er ikki at døma. Arbeiði okkara er ikki at hevna. Arbeiði okkara er at elska.”

Hetta er eisini galdandi, táið vit liva í einum polariseraðum heimi, har ófriður og óvissa breiða seg, og har fíggindamyndir lættliga kunnu fylla sinnið – bæði í almenna rúminum og í tí persónliga.

Bróðir Andreas var ikki nøgdur við bert at tosa um at elska fíggindan. Hann framdi tað í verki, millum annað við at vitja leiðarar í fleiri islamskum og kommunistiskum londum – ikki fyri at finnast at umstøðunum hjá teimum kristnu í londum teirra, men fyri at byggja brýr og fyri at deila sína trúgv á Jesus Kristus við teir.

Kærleiki er ikki veikleiki – hann er tann sterkasti mótstøðan.

Tað sannaði eitt av okkara donsku starvsfólkum, tá hon hitti ein drong úr einari kristnari familju í Nigeria, sum greiddi frá, hvussu mamma hansara dagliga borðreiddi við dupult so stórum døgurða, sum familjuni tørvaði.

LES EISINI  Bíbliu-virksemið hjá Ming varð avdúkað

Endamálið var at býta matin út til limir í Boko Haram – tað vil siga til tann hernaðarliga islamistiska bólkin, sum kendur fyri at drepa, ræna og reka kristin í útlegd.

“Er tí fíggindi tín er svangur, so gev honum at eta; er hann tystur, so gev honum at drekka… vinn hitt illa við góðum” Róm brævið 12:20-21

Soleiðis stendur í Nýggja Testamenti. Tað er ikki veikleiki. Tað er ikki hatur, vreiði, fíggindaskapur, uppøsing av ósemjum…

Tað er kærleiki.

Júst hetta er mátistokkurin, sum atsøkt kristin kring knøttin brúka. Tey berjast ikki í móti teimum, sum gera teimum ilt. Tey biðja fyri teimum og fyrigeva teimum.

“Elskið fíggindar tykkara … og biðið fyri teimum … sum søkja at tykkum.” Hetta segði segði Jesus í fjallaprædiku síni.

Í einum sundur tægaðum heimi, kundi hetta ikki víst seg at verið leiðin móti størri einleika  har vit góðtaka at vit eru ymisk?

(Foto: Renske Meinema Photography, www.renskemeinema.com)

LES EISINI  Jarðskjálvtin rakar kristin meint í Myanmar

Kelda: Open Doors Føroyar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina