Fjarðastevna í góðveðri
Hetta vikuskiftið er nógv á skránni á Skála, bæði í kirkjuni og í Meinigheitshúsinum, har nógv ymisk tiltøk eru í sambandi við fjarðastevnuna.
Fríggjakvøldið var ein hugnalig konsert við Magna Christiansen í Skála kirkju, og leygardagin hevur Meinigheitshúsið verið opið fyri rógvarum, sum hava nýtt hølini til máltíðir og hvíld áðrenn kappróðurin.
Leygarkvøldið verður eisini serligt fyri tey ungu. Tá verður skipað fyri einum møti við Kartini Høgnesen í Meinigheitshúsinum, har tað verða bæði felagssangur og eitt gott orð at hoyra. Eftir møtið verður tónleika-café við ymiskum framførslum og bíbliu-quiz, og allir aldursbólkar eru hjartaliga vælkomnir. Eisini verður pizza at fáa, so lagið verður heilt sikkurt gott!
Sunnudagin heldur fjálgi stemningurin fram. Kl. 14 verður sunnudagsskúli fyri alla familjuna á vøllinum á Skála. Har verða sangur, bíbilsøga og spøl – og sjálvandi møguleiki at njóta dagin saman. Øll eru vælkomin at taka eina kaffikurv við, og við sól og 20 stigum í veðurforsøgnini sær alt lovandi út til ein frálíkan túr. Ein góð byrjan upp á eina útferð saman við familjuni!

