Fleiri lesarar á Trúboðin.fo

Trúboðin.fo upplivir eina týðiliga framgongd í lesaratali.

Í tíðarskeiðnum januar til apríl hevur heimasíðan havt 67.000 vitjanir, sum svarar til ein vøkstur á 40 % samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta gevur eitt miðaltal á umleið 560 dagligar vitjanir, sum undirstrikar, at áhugin fyri innihaldinum er vaksandi.

Aftanfyri hesa jaligu gongdina liggur eitt stórt arbeiði frá einum eldhugaðum toymi av sjálvbodnum. Tey eru ikki einans virkin við at skriva greinar men eisini við at umseta og rættlesa. Hetta hevur gjørt tað møguligt at geva nógv fleiri greinar út. Uttan hesi sjálvbodnu hevði tað ikki borið til at varðveita hetta støðið.

Heimamissiónin arbeiðir miðvíst við at styrkja bæði Trúboðan og alt miðlaarbeiðið. Ein av teimum stóru uppgávunum, arbeitt verður við, er menningin av einari heilt nýggjari heimasíðu, sum skal bjóða undirvísing í kristnu trúnni og virka sum ein pallur við tilfari til lærusveinaskap.

Harumframt er arbeiðið við at dagføra heimasíðuna hjá Heimamissiónini, mission.fo, eisini í gerð. Her er ikki talan um eina lætta og skjóta dagføring, men eina gjølla endurnýggjan, har ein heilt nýggj síða verður bygd frá grundini fyri at nøkta nútíðartørv og væntanir.

LES EISINI  Hevur tú kall at umseta ella framleiða nýtt tilfar?

Við hesum átøkum gleðir Heimamissiónin seg til framyvir at bjóða enn betri og meira tíðarhóskandi miðlar, sum kunnu styrkja bæði kunning, trúgv og felagsskap.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina