Forkunnug ferð til Egyptalands
Spennandi ferð við góðum veðri, søgu og sól, meðan kavi, kuldi og stormur leika á í Føroyum.
Vit hava fyrr verið ógloymandi túrar í øðrum londum, so sum í Noregi, Póllandi, Tunesia, Italia, Spania, Ungarn, Malta og Gran Canaria. Næsta ár verður skipað fyri eini ferð til Egyptalands. Ferðin verður gjørd í samstarvi við Felix Rejser, og hon verður 22. til 31. januar 2026. Vit fara at hava morgun- og kvøldandaktir, bíbliutímar, gudstænastu, hugnakvøld og útferðir, umframt at vit njóta sól, summar og kvirru.
Ferðaleiðarar eru Pól Johannessen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, og ein danskur ferðaleiðari frá Felix Rejser.
Á ferðini búgva vit á fimmstjørnaðum hotellum og sigla eftir Nilánni umborð á reikferðaskipi (cruiseskip).
Nærri kunning um túrin fæst við at ringja til ferðaleiðararnar, Pól 212480 ella Hanus 237346.
Prísur fyri hvønn, tá ið 2 búgva saman: 22.595 kr.
Prísur, um onkur velur at hava einakamar: 26.450 kr.
Egyptaland bíðar eftir tær!
TILMELDING LONGU NÚ – AVMARKAÐ PLÁSS!
Sí meira her og við at trýsta: https://felixrejser.dk/rejser/egyptaland/
og síðan “hent PDF program”
Tilmelding er vid at ringja ella skriva til Pól: 212480
