Formanskifti eftir 20 ár í stýrinum á Argjum

Eftir 40 ár hevur Gunnar Reynslág valt at traðka aftur úr missiónsstýrinum á Argjum. Gunnar, sum júst er blivin 78 ár, hevur sitið í stýrinum síðani 1985 og verið formaður í nærum 20 ár. 

Frá barni av er Gunnar leiddur við mammu síni fyrst í meinigheitshúsið í Havn. Og síðani  tá kirkju- og missiónshúsið á Argjum varð bygt, hevur Gunnar verið virkin og vanur at ganga á møti í Missiónshúsinum á Argjum. Tá so spurningurin um at fara uppí stýrið kom, var hann skjótur at svara ja. Har treivst hann væl og arbeiddi hugaliga øll árini frameftir. Tá ið so táverandi formaðurin traðkaði frá í 2006, tók Gunnar sessin eftir hann. Saman við hinum í stýrinum hevur hann m.a. arbeitt við ungdóms- og barnaarbeiðinum í húsinum, har tey høvdu sunnudagsskúlar fyri bæði yngri og eldri børn í eina tíð. Fyri nøkrum árum síðani fingu tey eisini eitt juniorarbeiði upp at koyra, har eldri børn um 10-14 ára aldur kundu savnast at hugna sær saman og hoyra eitt gott orð.

LES EISINI  Missiónsvika á Argjum: Hvør er Gud?

Nú eftir 40 ár í stýrinum heldur Gunnar, sum hann sjálvur sigur tað, at ‘’einaferð skal man fara, og tað er gott at fáa nýggj og yngri inn.’’ Eisini fegnast hann um, at Asta Marjunardóttir játtaði at koma uppí stýrið, og heldur tað vera ein góður møguleiki at fáa nýggj hugskot og annað í missiónsarbeiðið. 

Hetta merkir tó ikki, at hann hvørvur úr missiónshúsinum. ‘’Eg fari ongan veg, eg ætli mær at ganga á møti sum vanligt og eisini at kunna taka eina hond í onkuntíð, um tað er neyðugt’’ sigur Gunnar, sum nú yvirletur sessin víðari til dóttrina, Jüttu Reynslág. Eins og pápin hevur hon sitið leingi í stýrinum – 25 ár, og hevur heilt frá heilt ungum árum verið virkin á ymsan hátt í húsinum, har hon m.a. hevur sitið í ungdómsnevndini, verið í sunnudagsskúlaarbeiðinum, stýrinum og á ymsum sangpallum.

Longu fyri 2-3 árum síðani byrjaði prátið millum stýrislimirnar um, at hon skuldi taka yvir eftir Gunnar, men fyrsti tankin var ikki beinanvegin eitt “ja”. Sjálv var hon í iva, tí hon metti pápa sín m.a. vera meira inni í Orðinum – ein stinnari andaligan hirða, har hon heldur sær seg sjálva sum ein praktiskan leiðara. Eftir ráðføringar við Gud broyttist hugburðurin hesum viðvíkjadi við tíðini, og Jütta segði ja til at vera forkvinna. ‘’Vit eru jú øll likamslutir á sama likami, vit arbeiða jú fyri tí sama. Har er onkur annar, sum kanska er andaliga betur fyri enn eg, men vit kunnu jú brúka hvønn annan og vísa á hvønn annan, tá tørvurin er har’’ greiðir Jütta frá. Hon sigur, at hon hevur eitt gott stýri afturat sær, sum hon hevur fult álit á. Hon kennir eisini tryggleikan í, at pápi hennara og mong onnur biðja fyri stýrinum, og at møguleiki er fyri at fáa vegleiðing frá honum, skuldi tørvur verðið á tí.

LES EISINI  Missiónsvika á Argjum: Hvør er Gud?

Nýggju forkvinnuni og stýrinum í kirkju- og missiónshúsinum á Argjum verður ynskt Guðs signing og varðveitslu!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina