Føroya biskupur: mannalívið er heilagt frá gitnaði til gravarbakka

Undir viðgerini av nýggju fosturtøkulógini hevði Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, framløgu í rættarnevndini tann 3. november, har hann staðfestir, at mannalívið er sum skapað av Guði heilagt longu frá gitnaði í móðurlívi og alt at gravarbakka. 

Sjónarmið biskups um lívið hava verið almenn í mong ár og eru endurtikin, nú bókin “Brekið og møguleikin” kom út í oktober í ár. Hann skrivar soleiðis í bókini:

  • Guð er skapari himins og jarðar.
  • Mannalívið er sum skapað av Guði heilagt longu frá gitnaði í móðurlívi og alt at gravarbakka / vátari grøv / ókendum lendi. 
  • Vegna skapan Guðs og heilagleika hansara er menniskjað halgað og sett til at umsita og ansa eftir skapanarverkinum. Hetta er uppgáva teirra kristnu og alra.
  • At taka lív ella avmarka lívið og umstøður lívsins er ikki heimilað menniskjum. Lívið er Guðs gáva og menniskjans uppgáva. 

– Tøka av lívi samsvarar ikki við grundarlagið undir mínari kristnu trúgv, skrivar biskupur í sínari viðmerking. Vit hava fingið eina uppgávu við atliti at lívinum, ið vit mega røkja við nærlagni teimum livandi at frama.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Biskupur heitir á politisku skipanina at bera so í bandi, at komandi mammur fáa allar hugsandi sømdir, so tær kenna tað gleðiligt heldur enn avbjóðandi at vera við barn og gerast mamma. Hugsað verður um sosialan og fíggjarligan stuðul, at útgjaldið til kvinnur í barnsburði verður munandi hækkað.

– Tað er greitt, at í hesi øldini hava ungar mammur sosialt og fíggjarliga havt tað svárt vegna tess, at tær gjørdust við barn. Siga vit ja til lívið, mega vit taka ábyrgd bæði sum einstaklingar, kirkjur og samfelag. Hesa ábyrgdina hava vit – fíggjarliga og andaliga – ikki røkt nóg væl. Harafturat mega vit í Jesu navni boða náði Guðs til kvinnur og menn, uttan mun til tiknar avgerðir og gjørdar gerðir. 

Veruleikin samsvarar ikki við hugsjónina

Hóast biskupur er fyri lívinum, er tað alment kent, at í gomlum døgum eins væl sum í okkara tíð verða fosturtøkur framdar. Evnið er sárt, og vit mega vanda okkum um orðini og vera hóvlig hvør móti øðrum. Fosturtøka er eitt álvarsmál uttan mun til, hvønn veg vit velja at fara.

LES EISINI  Fosturtøka: Nú mugu kirkjurnar taka ábyrgd

– Velja vit at føða barnið, ja so skulu vit til arbeiðis og taka ábyrgd. Tað er ikki altíð eitt lætt val í ungum døgum. Vit, ið hava staðið í støðuni og valt, vita, at nýborið lív er lívsins størsta signing, gáva og uppgáva. Tað er ein lívslong og langtíðar haldbar gleði hóast ávís sveiggj á leiðini.

Eisini tey, ið velja fosturtøku, skulu til arbeiðis og taka ábyrgd av valinum. Fáar avgerðir í lívinum eru uttan kostnað. Gjaldið ella byrðan er ymisk bæði við atliti at krónum, likamligari og sálarligari heilsu.

Tess vegna er ein nýtilig lóggáva neyðug, ið tryggjar øllum kvinnum, ið ynskja tað, serkøna hjálp og vegleiðing. Hugsað verður um læknafrøðiligar samtalur, samrøður við sosialráðgevarar, sálarfrøðingar og annan viðkomandi fakligan kunnleika í øllum liðum, ið nema ella umrøða barnsburð og møguliga fosturtøku.

Biskupur heitir at enda á Løgtingið at bera so í bandi, at so fáar fosturtøkur verða framdar sum møguligt. Ein null-hugsjón er eitt hóskiligt mál at seta sær.

LES EISINI  Hvat halda floksformenninir um “fría fosturtøku”?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina