Forsætisráðharri: – Kirkjan er hitt sanna Stórabretland

Keir Starmer lovar, at stjórnin fer at halda fram at stuðla kirkjuni.

Í nýggjari samrøðu við Premier Christian News tosar forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Keir Starmer, um týdningin av kristnum virðum í Stórabretlandi.

– Eg haldi, at tey kristnu virðini eru sera týdningarmikil av tveimum orsøkum. Fyrst og fremst tí at tey rúma hesum hugburðinum at taka sær av øðrum menniskjum, sigur hann og vísir á, at heimurin er óstøðugur.

Í einum ótryggum heimi venda mong sær móti trúnni, heldur hann.

Starmer sigur, at hann hevur sæð hetta ferð eftir ferð:

– Í ótryggum tíðum venda fólk sær móti kristnu trúnni, sum heldur, sum tey skilja og sum gevur tryggleika. Á tann hátt er hon sera týdningarmikil.

Forsætisráðharrin rósar eisini teimum sjálvbodnu í kirkjuni fyri at umboða „hitt sanna Stórabretland“.

– Eg haldi, at hetta er meira týdningarmikið í ár enn í undanfarnum árum. Tað eru kreftir, sum royna at býta okkara samfeløg sundur og at breiða út eina kenslu av frástøðu og mótsetningum millum fólk.

LES EISINI  CEC venur finskar kirkjur ...

Hann lovar eisini, at stjórnin fer at halda fram at stuðla kirkjunum í arbeiðinum at fylla tey hol, sum eru í vælferðarskipanini.

Kelda: dagen.no

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina