Framgongd – ella afturgongd?

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tá ið maðurin fekk nýtt arbeiði, setti hann sær tað týðiliga mál, at hann vildi gera mun. Arbeiðið skuldi ikki einans vera arbeiði, men eisini ein háttur at broyta nakað. Um ikki allan heimin, so í minsta lagi okkurt á arbeiðsplássinum, ið hann fekk ábygd fyri. Rættvísari løn, týðiligum umhvørvispolitikki, ið hevði veruligt ynski um burðardygd og ikki einans inntøkuvøkstur fyri eyga.

Tað átti at borið til at gjørt rættvísan handil til kjarnuvirði og ikki einans eitt pent slagorð á eini plakat.

Maðurin lærdi skjótt, at man má velja sínar dystir skilagott. Lønarlagið var í veruleikanum óneyðuga høgt, og hann royndi í fyrstuni at gera nakað við tað, men sá skjótt, at lítið hjálpti. Hann hugsaði seg um og valdi at lata tað málið fara, tí møguliga vóru onnur týdningarmiklari mál fyri framman. Og tann góða lønin var jú ikki so galin kortini, tí hann kundi nú keypa elsta soninum íbúð og mangt annað.

”Eg visti ikki, at tú hevði slíkan áhuga í seglbátum”, segði ein starvsfelagi, tá ið maðurin hevði fortalt um seinasta stórkeypið. ”Tað visti eg heldur ikki”, svaraði maðurin, eitt sindur smæðin. ”Eg havi siglt, síðani eg var smádrongur, og av og á havi eg nokk droymt um ein slíkan, men tað hevur ikki ordiliga borið til. Fyrrenn nú”.

Maðurin sat hugsanarsamur fyri seg sjálvan eina løtu. Hvussu bar tað til, at ein seglbátur, ið fyrr var óhugsandi, nú var hansara? Ikki bara tað, men at hann eisini hevði tað fínt við keypinum? Vildi hann hetta? Hevði hann viljað tað allatíðina, men kundi ikki gera tað til veruleika fyrrenn nú?

Var tað eisini so við umhvørvinum? Rættvísa lønarpolitikkinum? Og hann hoyrdi seg siga, har afturi í høvdinum, at man sagar jú ikki greinina av, ið man sjálvur situr á. Tá hevur man jú onki arbeiði, og hvussu kann man tá ávirka?

Um man í heila tikið ávirkar nakað ella nakran sum helst. Hvussu ofta hevði hann ikki hoyrt í kirkjuni, at Jesus ger munin og at kristin mugu vera mótstreymur. Nú kendist henda tala meira sum ævintýr enn veruleiki. Nakað man fortaldi í einum lukkaðum bólki millum tey bleytu menniskjuni. Men her úti í veruliga arbeiðslívinum er ikki nakar dugur í ævintýrinum, segði hann innantanna.

Kanska var tað tann dagin, maðurin hoyrdi seg sjálvan verja lønarmunin millum leiðsluna (har maðurin nú var) og starvsfólkini, at hann álvarsamt hugsaði, hvussu hann kundi vera komin her til?

”Meini eg veruliga hetta, eg sigi? Ella havi eg einans lagað meg eftir fíggjarheiminum? Hvør trúði eg, at eg var? At eg kundi broyta nakað? Eg havi jú merkt, at míni ár í fíggjarheiminum hava opnað eyguni fyri, hvussu veruleikin sær út. Men er tað umvent? Eri eg tillagaður?”

Hann hoyrdi fyri sær eitt ørindi frá fermingini: ”Tí, hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni?” (Mark 8,36). Var tað nú hann? Hvat sá hann, tá ið hann hugdi í spegilin – ein vinnara ella ein tapara?

Hann royndi allarmest at finna út av, hví tað hevði gingist, sum tað hevði. Tað var ikki lætt. Spakuliga, stigvíst, glíðandi, uttan nakra týðiliga hending, sum hann kundi geva skyldina.

Ein dag kendist tað bara so natúrligt at hugsa og siga so sum hini.

Og hvussu skuldi hann nú venda aftur? Tað er ov nógv.

”Tá ið menniskju ikki longur trúgva á Gud, trúgva tey ikki ongum, men hvørjum sum helst”. (G.K. Chesterton)

”Tá ið amboðini at finna veg í einum størri veruleika eru tikin frá okkum, standa vit máttleys fyri eini ávirkan, sum vit hava lært, ikki er til.” (Magnus Malm)

 

(Við íblástri frá bókini hjá Magnus Malm, ”Som om Gud ikke findes”, bls. 151-153.)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina