Franklin Graham bað saman við Volodymyr Zelenskyj, forseta

– Í dag hevði eg tann stóra heiður, at hitta forsetan Volodymyr Zelenskyj í Berlin, og at biðja saman við honum.

– Eg bað fyri honum, og eg bað eisini fyri Vladimir Putin, forseta og fyri Donald J. Trump, forseta, at Gud má geva teimum vísdóm og vísa teimum á eina leið til frið. Støðan í Ukraina og Russlandi er sera trupul, og eg trúgvi, at bara Gud kann loysa hetta stríðið millum londini bæði.

Hetta hendi, tá ið teir báðir hittust í Berlin í Týsklandi, mikudagin 28. mai.

– Eg greiddi frá hesum undir Evropeisku Evangeliserings-ráðstevnuni, sum er í Berlin, og í kvøld bað eg áhoyrarnar – fleiri enn 1.000 kirkjuleiðarar og onnur kristin umboð úr øllum Evropa, um at standa saman og biðja fyri Ukraina og Russlandi, og at biðja um frið.

– Vilt tú eisini vera við at biðja fyri friði? skrivar Franklin Graham á sínum facebook vanga.

LES EISINI  Hvussu eru vit salt og ljós?

Franklin Graham, er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham (1918-2018) og er ógvuliga virkin innan evangelisering kring allan heimin.

Tað er felagsskapurin “Billy Graham Evangelistic Association (BGEA)”, ið skipar fyri ráðstevnuni í Berlin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina