Frida og Óli er liðug á REACH í Suðurafrika
Í fýra mánaðir hava tey lært um missión og hvat Bíblian sigur um at bera gleðiboðskapin um Jesus víðari. Meðan tey hava verið á skúlanum, hava tey eisini verið úti og sett tað í verk, sum tey hava lært við hjálpararbeiði.
Tey bæði lýsa tíðina á bíbliuskúlanum sum bæði uppbyggjandi og læruríka; og eru sera takksom fyri alt, tey hava fingið við sær. Tey viðmæla øllum at fara! Tíðin á REACH hevur opna teirra eygu og hjørtu fyri stóra tørvinum í heiminu at hoyra Guds orð. Tey hava fingið ein brennandi longsul í sær fyri at boða fólki um Jesus.
Tey nevna, at yvir 30 milliónir fólk í heiminum hava enn ikki hoyrt evangeliið – og hetta talið veksur.
Í løtuni ferðast Frida og Óli runt í Suðurafrika, har tey eisini fara at hjálpa til á OM-basuni í Cape Town. 1. august gongur leiðin til Sambia, har tey fara at tæna við OM í Epic Solutions. Óli fer at arbeiða við “community development”. Hann skal vegleiða og hjálpa fólki at gerast búskaparliga sjálvbjargin – samstundis sum hann boðar Guds orð. Frida fer at arbeiða innan miðlaheimin. Hon fer millum annað at taka myndir, fáa søgur frá teim lokalu, seta hetta upp og deila tað á sosialu miðlunum. Soleiðis verður hon við til at seta sjóneykuna á, hvussu Gud arbeiðir í teirra lívum.
OM Føroyar ynskir teimum Guds ríku signing, styrki og vísdóm í framhaldandi tænastuni við OM í Suðurafrika og Sambia.
Kundi tú hugsað tær at sloppið á REACH hjá OM?
OM hevur 6 REACH bíbliuskúlar kring heimim. REACH er ein lærisveinabíbliuskúli, har tú fært djúpa bíbliska læru, sleppur at seta tað í verk, sum tú hevur læru í eini fremmandari mentan saman við nýggjum vinum fyri lívi. REACH er bæði í Bretlandi, Moldova, Suðurafrika, Brasilia, Taiwan og í Chile. Skeiðini vara í 5 til 12 mánaðir. Les meira um REACH, skriva til okkara á info.fo@om.org ella ring á 219923, um hetta er nakað fyri teg!
Kelda: OM Føroyar
