Friðarheilsan

Friður veri við tykkum! Jóh. 20,19.

Við hesi heilsan hitti Harrin lærusveinar sínar páskakvøld. Hetta var tann vanliga heilsanin, men hann fylti hana við nýggjum innihaldi. Veruleikin, at hann hevði sigrað á deyðanum og var risin upp búði undir heilsanini. Harrin hevði vunnið á øllum tí, sum órógvar menniskjans frið. Hann bar fram meira enn eitt ynski. Hann gav teimum eina signing.

Alt hetta, sum umringaði teir – mótstøða og fíggindskapur menniskjans – hevði eisini verið Harranum fyri, og hann hevði sigrað. Hann segði teimum tá, at hetta ikki var ført fyri at oyðileggja teir. Deyðin var ikki hitt seinasta, men lívið. Um teir doyðu ella livdu, vóru teir tryggir, tí teir vóru hansara.

Og hann sendi teir við somu heilsan út til gerning sín, eins og faðir hansara hevði sent hann. Eins og hann hevði sigrað, skuldu teir eisini sigra, tó at vegurin lá um líðing og deyða.

Í øllum gerningi teirra skuldi hann vera við teimum, eins og faðirin var við honum.

LES EISINI  Frá Guði – til menniskju

Men Harrin hevur eisini heilsað okkum líka frá okkara dópsstund við somu heilsan. Eisini í dag hevur hann heilsað okkum. Hann, sum hevur vald í himli og á jørð, fylgir okkum, sum hóast alt krøkja okkum upp í hann, og á sama hátt, sum vit trúgva á hann, skulu vit sanna, at friður hansara er við okkum.

Úr Sunnudagsblaðnum 2018

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina