Friends, Hopkins og eitt akker
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Nógv okkara munnu kenna amerikonsku skemtirøðina ’Friends’ ella ’Vinir’. Sjálv fái eg eina góða, nostalgiska kenslu, tá ið eg hugsi um allar tær ferðirnar hesi seks ungu fólkini hava fingið meg at flent – so hjartaliga eisini.
Dagblaðið ’Politiken’ gjørdi fyri fáum døgum síðani eina samrøðu við amerikanska tekniraðarhøvundin og klummuskrivaran David Hopkins, og sambært honum kann júst henda sjónvarpsrøðin hava verið atvoldin til eitt moralskt forfall í øllum vesturheiminum. Sambært Hopkins hava vit givið okkum upp í hendurnar á býttleikanum.
Sjónvarpsrøðin varð send frá 1994-2004 og varð sædd av fleiri enn 50 milliónum bara í USA. Hon snýr seg um tríggjar ungar kvinnur og tríggjar ungar menn, ið búgva tætt saman, og nógv viðurskifti og støður verða viðgjørdar á skemtiligan hátt.
Hopkins hugdi sjálvur eftir hesi røðini, tá ið hann var yngri. Fyri stuttum hugdi hann aftur eftir øllum pørtunum, men hesa ferð sá hann røðina við nýggjum eygum. Serliga var tað sambandið ímillum tann eina unga mannin, Ross Geller, og hini, ið festu seg hjá honum. Ross hevur lisið paleontologi, ið er læran um fornar plantur og djór grundað á fossil. Sambært Hopkins er Ross tann tragiska hetjan í røðini, tí hvørja ferð Ross letur munnin upp og ætlar at siga hinum okkurt fakligt, so geispa tey, bróta hann av og eru so um at bresta í látri eftir honum.
’Friends’ var sum sagt liðugt í 2004. Men tann einasti av hesum seks ungu fólkunum í ’Friends’, sum fekk sína egnu sjónvarpsrøð, var Joey Tribbiani, ið sambært Hopkins er ein óvitandi italiano-lover og sostatt ein anti-Ross-figurur.
Tað var eisini um hetta mundið, at realitysjónvarp av álvara fekk vind í seglini. Fólk, hvørs fremsti førleiki er, at tey eru ein fragd fyri eygað, ella at tey eru rík, komu á skíggjan, og tey gjørdust kend bara fyri tað, sigur Hopkins.
Vit kunnu antin taka undir við Hopkins ella vísa honum aftur, men í øllum førum fekk tað meg at hugsa.
Hvør er okkara moralska kumpass? Hvar er okkara rótfesti, okkara akker? Uppliva vit, sum liva í 2016, eitt eksistensielt tómrúm, tí at vit hava kastað fedranna trúgv frá okkum? Hvørjum fylla vit okkum við? Hvør og hvat er normsetandi? Hvør setur standardin?
Sum ongantíð fyrr kunnu vit í dag velja og vraka. Valmøguleikarnir eru óendaligir, hvørt teir so snúgva seg um snildtelefonslag, innbúgv, útbúgving ella bústað. Alt gott um tað. Men hetta tankamynstrið hevur eisini flutt seg yvir á familjuviðurskifti, soleiðis at vit í dag hava nógv fleiri fragmenteraðar familjur og harvið eisini fleiri brotin hjørtu. Og tað steðgar ikki fyri tað, um børnini gerast tannáringar og eldri. Innan fyri tey seinastu árini hava miðnámsskúlarnir eisini sett sálarfrøðingar í starv, og teir hava meira enn nóg mikið at gera.
Hetta skal undir ongum umstøðum skiljast sum fordøming. Heldur vil eg kasta nakrar tankar út til eftirtanka. Tað er ikki líkamikið, hvørjum vit fylla okkum við, og hvat er okkara normur og okkara akker. Tað hevur ávirkan á okkum sjálv, okkara børn og okkara barnabørn. Tað hevur ávirkan á øll fólkini á okkara lívsleið. Vit hava nógvar valmøguleikar. Kom og lurta eftir honum, sum sigur seg vera vegin, sannleikan og lívið.
Gott val!
Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu