Fullkomiliga broyttur av Gudi
Lívið hjá Samuel Soren úr Bangladesj, var ein ruðuleiki, merkt av harðræði og rúsi. Í dag vitnar hann um víðfevnda broyting – eitt nýtt lív, sum hann takkar Gudi fyri!
– Áður var lív mítt fullkomiliga oyðilagt, sigur Samuel, lágmæltur. Eg brúkti narkotika, bardist og órógvaði fólkið í bygdini næstan hvønn einasta dag. Eg bukaði eisini konu mína, oyðilegði lutir o.a. heima, og livdi uttan mið og mál. Fólk vildu ikki hava nakað við meg at gera. Lívið var ein ruðuleiki.
Eitt møti við Heilaga Andan
Men alt broyttist, tá hann, næstan av tilvild, fór á bønarmøti, sum «Woman Prayer Ministry» skipaði fyri.
– Eg hevði onga vón um nakað sum helst, sigur Samuel. – Men tá hini byrjaðu at biðja, fekk eg eina kenslu, sum eg ongantíð áður havi kent: skuldarkenslu. Eg byrjaði at gráta, og skjótt játtaði eg alt tað ringa, eg hevði gjørt øll árini. Tað var Heilagi Andin, sum nam við hjarta mítt, sigur hann.
Aftaná bóðu tey fyri honum við handaálegging.
– Í tí løtu hendi nakað við mær. Eg kann ikki greiða frá tí – men eg visti, at eg var fullkomiliga broyttur.
Eitt nýtt lív í Kristusi
Síðan tann dagin hevur Samuel hvørki rørt narkotika ella framt harðskap.
– Nú havi eg frið. Gud gav mær eitt nýtt lív, sigur hann varisliga. Eg takki Gudi, og toyminum, sum bað fyri mær, fyri eina nýggja byrjan, sigur ein glaður og takksamur Samuel Soren.
Kelda: Silje Jortveit/Normisjon