Fullsett ítróttarhøll

Stórmøtini hjá Heimamissiónini endaðu sunnudagin við fullsettari ítróttarhøll á Kambsdali til Simba-hitt og aftur mest sum fult til kvøldmøti

Sunnudagin var stóra familjutiltakið í Ítróttarhøllini á Kambsdali, tá ið Simba-hitt var á skránni. Børn og vaksin komu úr øllum landinum at vera við til stóra sunnudagsskúlan.

Nógv var á skránni, og serliga áhugavert var at hoyra stóra barnakórið frá Sangfagnaðinum í Nesvík í heystferiuni syngja fyri øðrum børnum, foreldrum, ommum, abbum og øðrum. Dugnaligir tónleikarar spældu undir, og fleiri børn sungu eisini solo.

Ein bíbilskur leikur var eisini spældur og á tann hátt fingu børnini boðskapin við gjøgnum eyguni.
Eftir Simba-hitt varð borðreitt við vælsmakkandi smurdum breyði, køkum, saft, kaffi og te, so at eingin var svangur.

Farin heim at tilbúgva okkum ein stað
Til møtið klokkan seks talaði Símun P. Jacobsen, sjóvar prestur um evnið ”Eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum”. Hann legði millum annað dent á, at Gud elskar okkum menniskju og hevur gjørt okkum ein stað til reiðar. Annaðhvørt hoyra vit Jesusi til ella ikki, og tí ræður um at taka ímóti honum.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk

Poula Reinert Olsen bar fram ein vitnisburð um Guds umsorgan, og kvinnukórið Lanterna úr Fuglafirði sang. Heri Kjærbo, formaður í Heimamissiónini, endaði møtið.

Kringvarpið tók upp Simba-hitt og stórmøti um kvøldið, og tað verður víst seinni.

Stórmøtini næsta ár vera við Tjarnir 23.-25. oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina