Fylg við kirkjuráðsvalinum í kvøld
Fólkakirkjan skrivar: So hvørt valúrslitini koma inn í kvøld, fara vit at leggja listarnar við teimum, sum eru vald inn í kirkjuráðini kring landið her, har til ber at fylgja við, tó við ávísum fyrivarni, inntil fínteljingin hevur verið.
Seinni í vikuni kemur eitt yvirlit við samanløgdum tølum fyri alt valið, vallútøku v.m.
Kelda: folkakirkjan.fo
Ásbjørn Jacobsen


