Fyrstu fer vitlíki er roynt sum talari

Í týska býnum Nürnberg vóru fleiri trúgvandi savnaði til protestantiska kirkjuráðstevnu, sum eisini er nevnd Kirchentag. Har var nógv ymiskt á skrá, millum annað ein gudstænasta har eitt vitlíki ella artificial intelligence, sum enska heiti er, talaði.

Hugsanin við hesum var at royna okkurt nýtt og hugvekjandi. Luttakararnir blivu eggjaðir til at kanna um teir fingu nakra andaliga uppliving, sum ikki er óvanligt at fáa, tá ið lurtað verður eftir vanligum talum.

Áðrenn gudstænastan byrjaði, var møguligt at skriva tekst á stórskíggjan har vitlíkið skuldi “tala”. Til bar at enda setningin “Tað fyrsta eg hugsi, tá eg hoyri at talarin í dag er eitt vitlíki er…” og ein av fyrstu setningunum, sum var skrivaður upp, var “…at eg veri bangin”

Men veruleikin bleiv ein annar. Tað, sum kanska burdi veri ræðandi, bleiv láturligt. Nógvir setningar, sum vanliga høvdu veri sera djúpir, seriøsir og gevandi, blivu láturligir tá hugsað varð um, at hetta var ein maskina, sum ikki dugdi at hugsa. Í hesum føri er vitlíki ein maskina, sum setir orð saman, ið eru felagsnevnarar fyri talur, sum longu eru á netinum. Í staðin fyri spenning ella ræðslu, fyltist kirkjan av látri og óseriøsiteti.

Aftan á taluna vóru viðmerkingarnar ymiskar: “Tað var tosa for skjótt, tað var ópersónligt, ongantíð aftur.” Onnur hildu tað vera spennandi at hugsa “hvussu langt vitlíki er komi, og hvussu nógv longu er møguligt”. Ein gamal maður er endurgivin fyri at siga “Eg eri meira róligur nú, tí at tað er blivið greitt fyri mær hvar grensan er. Vitlíki kunnu bert siga tað tey finna á netinum, ímeðan veruligir talarar enn hava síni hugskot”

So samanumtikið kann sigast at, møguliga kemur ein tíð, har vitlíki kunnu brúkast til faktuella undirvísing, sum byggir á tað, sum er at finna á netinum, men tíðin er enn ikki komin til at tey kunnu hava eina persónliga talu, og væntandi kemur hon ongantíð.