Ganga allar religiónir ikki út uppá tað sama?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nógv hevði verið lættari, um vit ikki vóru so ósamd. Flestu av okkum kundu gott hugsað okkum at sloppið undan ósemjum. Eg haldi bara ikki at tað er møguligt.

Tá foreldur verða móð av at børnini eru ósamd, so kemur tað meira enn so fyri, at foreldrini seta upp onkrar reglur, sum skulu forða fyri ósemjunum. Eg haldi ikki, at nøkur foreldur hava góðar royndir av hesum. Kortini kunnu vaksin fólk eisini uppliva, at onnur fólk royna at smoyggja líknandi reglur oman yvir tey. Yvirskipað fella slíkar reglur í tveir bólkar:

1. Tað er ikki loyvt at hava eina persónliga meining.

2. Evnir ella viðurskiftir, sum fólk kunnu verða ósamd um, skulu dømast til ikki hava týdning.

Reglur, sum líkjast teimum omanfyri, eru í besta føri láturligar, tí vit vita, at tað ber ikki til. Hóast tað er ómøgulig at sleppa undan ósemjum, so kann tað kortini verða møguligt at sleppa undan klandri. Sínámillum virðing kann forða fyri klandri, hóast fólk eru ósamd.

Jesus segði, at vit skulu elska næstan sum okkum sjálvi (Matt 22,39). Hetta merkir millum annað, at vit skulu virða meiningarnar hjá øðrum. Í hesum sambandi mugu vit ikki gloyma at virða okkara egnu meining. Um onkur krevur virðing av okkum og krevur, at vit síggja burtur frá okkara egnu meining, so virðir viðkomandi ikki okkara meining.

Nakað soleiðis upplivi eg tað, tá onkur sigur: “Í grundini ganga allar religiónir út uppá tað sama, nevniliga, at vit skulu vera góð við hvønn annan”. Eg haldi, at tað er líka býtt, sum at siga, at allar hárfarvur eru eins, tí at allar hava okkurt við hár at gera.

Flestu religiónir hava tað til felags, at tær royna at svara lívsins størstu spurningum. Í so máta kann ateisma eisini tulkast, sum ein religión.

Hóast flestu religiónir royna at svara somu spurningum, so eru tær als ikki eins, tí svarini eru sera ymisk. Stóru spurningarnir eru:

1. Upprunin: Hvaðan eru vit?

2. Samleiki: Hvørji eru vit?

3. Týdningur: Hví eru vit her?

4. Moralur: Hvussu skulu vit liva?

5. Lagna: Hvagar fara vit?

Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at vit verða meira tilvitað um at ein meiriluti av føroyingum kalla seg kristnar. Vit skulu virða aðrar religiónir og ateismu. Hetta merkir ikki at vit skulu vanvirða egna religión og meiningar. Avbjóðingin er at finna loysnir, sum ikki eru klandursamar. Men vit mugu gera okkum greitt, at í nøkrum førum ber tað ikki til. Tá mugu vit velja, um vit vilja blása ella hava mjøl í munninum.