Ger sum Gud

Øssur Kjølbro

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Skuldi Gud fáa okkum í talu, mátti hann tala okkara mál! Skuldi hann røkka okkum menniskju, mátti hann sjálvur gerast menniskja! Soleiðis kunnu vit á ein hátt lýsa, hvat jólaevangeliið í grundini snýr seg um.

Jóhannes ápostul skrivar í innganginum til sítt evangelii um Orðið, sum í upphavi var hjá Gudi og var Gud, men sum gjørdist hold og tók búgv okkara millum. Og tað var neyðugt, tí eingin hevur nakrantíð sæð Gud, men nú hevur einborni sonur hansara víst okkum, hvør Gud er.

Gud mátti gerast menniskja. Tí er jólaboðskapurin, at Gud er Immanuel – Gud hjá okkum, við okkum, millum okkum, ja, ein av okkum. Gud legði seg sjálvboðin undir okkara kor, okkara trupulleikar, okkara tvørleikar. Og at enda eisini undir okkara synd og dóm. Alt fyri at vinna okkum frælsi frá trælakorunum undir syndini, deyðanum og djevlinum. Ja, frá øllum trælabondum, sum skaparin ongantíð hevði ætlað okkum at knógva undir.

LES EISINI  Jónsvein Mikkelsen heiðraður

Hetta er jólaevangeliið.

Men hetta er samstundis ein avbjóðing til okkum kristnu anno 2019! Tí orð okkara um Gud og Kristus mugu eisini gerast “hold og blóð” í okkara lívi.

Og í kristnu kirkjuni, staðbundnu kirkjuni, eins væl og í missiónsrørsluni. Er boðskapur okkara bara orð – uttan at vit sjálv fylgja Jesusi og eru hansara hendur og føtur, oyru og eygu – hava vit als ikki skilt jólaboðskapin.

Eftir uppreisn sína sýndi Jesus lærusveinunum naglamerktu hendur sínar og gjøgumstungnu síðu sína og segði við teir: “Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.” Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og segði við teir: “Takið við heilagum anda.” (Jóh 20)

Skal kristna kirkjan røkka einstaka menniskjað við gleðiboðskapinum um Kristus, so er fortreytin tann sama enn í dag: At orð okkara eisini gerast hold og blóð.

Við lurtandi oyrum, síggjandi og viðurkennandi eygum, fevnandi og tænandi hondum, fótum sum vilja ganga eina eyka míl fyri næsta sín (Matt 5,41), ja, at vit síggja alt menniskjað, eins og Jesus gjørdi.

Í sama anda setti Jákup, bróðir Jesus, eisini tænastuna at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, sum fremstu gudsdyrkan okkara. Hóast vælferðarsamfelagið er væl ment og tekur sær av mongum materiellum tørvum, kunnu vit ongantíð skipa okkum burtur frá kristnu umsorganini. Bæði fyri teimum, sum hava serligar tørvir styttri ella longri tíð. Men eisini fyri øllum medmenniskjum okkara, tí øll eru likam, sál og andi.

LES EISINI  Silvitni: Eitt fjós og ein krubba

Kanska hava vit lyndi til at hugsa mest um hesar lutir um jóltíðir. “Á jólum eru øll góð!” Men henda avbjóðing er meira enn ein sentimentalur stemningur ein mánað um árið! Heldur er jólaboðskapurin ein støðug áminning alt árið til kristnu kirkjuna, tann einstaka kristna eins væl og staðbundnu meinigheitina.

Skulu vit røkka menniskju og fáa tey í tal, mugu vit gera sum Gud! Orð okkara, trúgv okkara, átrúnaður okkara má gerast tænasta.

Gleðilig jól og gott nýggjár saman við honum, sum gjørdist hold, fyri at geva okkum og øllum heiminum eina æviga gleði!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina