Gera størri umvælingar í KFUM & K

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika eitt størri víðlíkahalds arbeiði í KFUM & K. Nú er skjøtul settur á, og arbeiðið er farið í gongd. Arbeitt verður í fyrsta umfari við at bjálva og umvæla takið, sum fekk ein stormskaða í desember mánað.

Í næstum er ætlanin at fara undir at bjálva, klæða og skifta vindeygu á eldra bygninginum. Hetta arbeiðið byrjar eftir ætlan í heyst ella komandi vár. Somuleiðis verður eisini arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá skótunum við einum nýggjum vesi.

Harafturat eru ætlanir um at skifta hitaskipan, umvæla og innrætta ovastu hæddina, har gamla trúboðara íbúðin er og har skótarnir hildu til fyrr.

Bygningurin hjá KFUM & K er uml. 1.800 kvm, og er bygdur í 1950 og 1970, so tað er nógv at halda við líka. Viðlíkahaldsarbeiðið hevur áður í stóran mun verið gjørt av sjálvbodnum, men í hesum umfari er tað so mikið umfatandi, at tað er ikki gjørligt.

LES EISINI  Hesa vikuna er missiónsvika í Klaksvík

Arbeiðið verður í stóran mun fíggjað av gávum frá einstaklingum. Møguleiki er at stuðla arbeiðinum við at flyta eina gávu ella stovna eina fasta flyting á konto 9865 – 982.939.8 . Takk fyri stuðulin.

John Mortensen hevur skrivað

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina