Gleðiboðskapurin um kristna felagsskapin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Kirkjuliga Heimamissiónin er ein vekingarrørsla, sum heilt frá byrjan hevur lagt stóran dent á kallið til tann einstaka, kallið um at trúgva á Jesus og fylgja honum. Tí trúgvin á Kristus og viðurskiftini við Gud eru persónlig. Men til hetta endamál hevur rørslan samstundis altíð savnað fólk, mangan mong fólk, og ger tað enn í dag, til møtir og alskyns onnur tiltøk. Tað snýr seg um felagsskapin við øll hini, men felagsskapurin er um frelsaran, sum má vera persónligi frelsarin hjá tí einstaka. Altso ein javnvág millum tað persónliga og tað kollektiva, sum mugu ganga hond í hond.

Men til tíðir tykist tað, sum denturin á tað persónliga hevur verið ov einsíðugur í boðanini. Tí sakin er, at Bíblian ofta eisini nýtir kollektivar orðingar um frelsuna og tað at gerast Guds barn. Jesus samanber ofta Guds ríki við eina brúdleypsveitslu ella eitt borðhald. Tá ein við trúgv og dópi gerst Guds barn, nýtir Paulus myndina, at vit gerast limir á Kristi likami, sum hevur mangar og ymiskar limir. Og Jesus sigur, at vit eru greinarnar á tí sanna víntrænum, sum er hann.

Tann, ið blaðar ígjøgnum Bíbliuna við hesum í huga, sær skjótt, hvussu kollektivt orðað hon er. Tann, ið hoyrir Jesusi til, er eitt av mongum Guds børnum, hevur brøður og systrar í Kristi, sum hann/hon er samarvingi saman við, er partur av Guds fólki, hevur borgaraskap í himli og so framvegis. Fyri ikki at gloyma Harrans bøn, har vit ikki biðja til Faðir mín, men til Faðir vár, og síðani biðja fyri okkum (og ikki mær). Tann, ið trýr á Jesus, má trúgva fyri seg og tekur dagliga egnar avgerðir. Men tann, ið trýr á Jesus, er ongantíð einsamallur. Ja, felagsskapurin um Jesus er í grundini ein partur av gleðiboðskapinum.

Kanska er hetta eingin kollveltandi tíðindi, men eftir mínum tykki hevur tað týdning, ikki minst nú rákið er so sterkt individualistiskt í øllum samfelagnum og menniskjalívinum sum heild. Ikki bara fyri vera eitt mótspæl til einsíðuga tíðarrákið, men eisini fyri at vísa teimum á eitt frístað, sum eru troytt av trýstinum til at vera (og avrika) nakað heilt serstakt.

Sagt verður, at harðasta revsingin, sum eitt menniskja kann verða dømt, er at skula sita avbyrgdur. Tá eitt menniskja er fullkomiliga einsamalt, missir tað orientering, ja, missir í grundini seg sjálvt. Tað kann vera gott at fara burturfrá fyri seg sjálvan eina løta fyri at savna seg, tosa við Gud og finna seg sjálvan. Men longri tíð í einsemi er drepandi. Hóast tað er ymiskt, hvussu sosial vit eru, er menniskjað grundleggjandi skapað til felagsskap við sín skapara og við sínar medskapningar. Tí søkja vit saman, og tí ræðast vit einsemi. Tað er í grundini eitt paradoks, at øll helst vilja ráða sjálv, men at størsta marran tó er at enda sum Páll púra einsamallur.

So ymisk vit eru, eru vit tó eitt í Jesusi Kristi. At vera ein limur av mongum, at vera við í felagsskapinum um Jesus, er ein partur av gleðiboðskapinum. Ikki minst í 2016 hevur tað týdning at fáa sagt.