Góð ráð, hvussu vit ikki skulu hjálpa teimum, sum líða

Í bíbliuni møta vit nógvum ymiskum spennandi persónum, men fáir persónar eru so ørkymlandi sum vinmenninir hjá Job. Heródes kann høgga høvdið av tær, og Judas kann stinga teg í ryggin, men Elifaz, Bildad og Zofar kunnu særa teg við bíbliuversum.

Orð: Gavin Ortlund

Frágreiðingin um alt tað, sum Job hevur mist er ikki long.  Talan er einans um tveir kapitlar (Job 1-2) men tær langdrignu samrøðurnar, sum koma eftir hetta fylli ikki minni enn 35 kapitlar (Job 3-37).

Eg havi onkuntíð hugsað, hvat man hava plágað Job meira: hansara líðing og neyð orsaka av øllum, sum hann hevur mist, ella tær framhaldandi ákærurnar frá vinmonnunum?

Trupulleikin við ákærarunum frá vinmonnunum hjá Job er ikki, at teir eru vranglærarar. Nógv av tí, sum teir siga, er rætt. Trupulleikin er hinvegin tað moralistiska sjónarmiðið, sum teir hava í samskiftinum við Job, har teir royna at hugsa aftureftir frá líðing til synd.

Tað er lætt at finnast at vinunum hjá Job, men lat okkum vera erlig: Vit líkjast teimum øll somul.

Ein góð lakmusroynd (ein roynd, sum staðfestir um ein veska er sýra ella basa) sum vísir, um okkara hjørtu samsvara við bíbliuna – um vit trúgva á náði ella karma – verður avdúkað av, hvussu vit svara, tá ið ein Job kemur á okkara leið. Líðing er eins og ein magnet, sum dregur okkara sonnu gudfrøði fram.

Her eru fýra øki, har vit serliga skulu sigla ímillum skerini, tá ið vit tosa við ein persón, sum upplivir líðing. Hugsa um hetta sum fýra mátar har vit, eins og vinirnir hjá Job, kunnu bera brennandi gløður á høvdið á teimum, sum longu sita í øsku.

1. Vandin fyri at vera ov skjótur at vísa á Guds allmátt

Bíblian lærir okkum, at “…allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð…” (Róm 8, 28) og at Gud kann venda tí illa til nakað gott (1. Mós 50, 20).

Men, hóast hetta eru bíbilskir sannleikar, so er ikki vist, at tað er altíð er skilagott at nevna hetta.

“Gud vendi tí til góða”. Hetta segði Jósef við brøður sínar fleiri ár aftaná, at han hevði upplivað líðingina, tá ið teir seldu hann. Hetta var ikki sagt við Jósef mitt í líðingini, men Jósef segði tað sjálvur fleiri ár seinni. Ímynda tær, hvussu ørkymlaður og bangin Jósef hevði verið, um brøðurnir høvdu stillað seg rundan um brunnin og rópt til hansara: “Ikki vera bangin Jósef. Gud fer at venda hesum til góða.”

Soleiðis er tað eisini hjá Paulusi. Stutt eftir, at hann hevur lært, at allir lutir samvirka til góða, so sigur hann, at vit skulu gráta við grátandi. (Róm 12, 15). Lat okkum vera fullvís í, at vit útliva tað seinna áðrenn vit endurgeva tað fyrra.

2. Byrja við at fortelja eina søgu um, hvussu Gud hevur brúkt líðing í tínum lívi

Tað liggur til okkum menniskju, at vit seta støðuna hjá øðrum í samband við okkara egna lív. Vit duga ikki annað, enn at síggja heimin ígjøgnum okkara egnu eygu. Men eitt tekin um veruliga búning er, tá ið vit duga at síggja tilveruna hjá einum øðrum menniskja uttan at skula venda hesa søgu við okkara egna lívi. Hetta er serliga umráðandi, tá ið vit tosa um líðing. Her eru tvær gravir, sum vit ikki mugu falla í.

Summar sorgir verða ikki lektar fyrr enn vit koma til himmals.

Tann fyrra grøvin er, at søgan og støðan er ymisk hjá hvørjum einstøkum persóni. Tað kann vera, at Gud gav okkum eini betri hús eftir at húsini hjá okkum brendu niður, ella vit hava møguliga lært at síggja okkurt gott við tí, at ein vinur sveik okkum. Men í einum falnum og ráðaleysum heimi, so kann tað væl vera, at vinur tín, sum upplivir líðing ongantíð kemur hartil, at hann sær tað sama sum tú. Summar sorgir verða ikki lektar fyrr enn vit koma til himmals. So vit kunnu ikki siga: “Tú fert at vera glaður fyri, at hetta hendi.”

Seinna grøvin er, at hóast okkara søgur líkjast, so er ikki vist, at okkara vinur, sum fer ígjøgnum líðing hevur brúk fyri at hoyra hetta júst nú. Tí er tað altíð gott at spyrja seg sjálvan; hvat er endamálið við at fortelja mína egnu søgu? Um eg fortelji mína egnu søgu, vísi eg so meira á mína egnu neyð, heldur enn at royna at rúma neyðini hjá mínum vini? Í øllum førum skulu vit lurta eftir øllum teimum smáu frábrygdunum í søguni, áðrenn vit byrja at samanbera við okkara egnu søgu.

3. At lítilsgera orsøkina til líðingina

Eg veit ikki, hví vit gera tað, men tað gera vit. Tað hevur møguliga okkurt við hasa “karma” hugsanina at gera? Vit siga tílíkt sum “Eg ivist ikki í, at tey ætlaðu at gera væl” ella “So ringt man tað ikki vera” ella “Í eini og hvørjari trætu eiga báðir partar sín part av skyldini.” Men, sannleikin er, at vit ána ikki, um onkur ætlaði at gera væl ella ikki. Vit vita ikki, um tað ikki veruliga var so ringt. Og tað er ikki altíð vist, at skyldin kann býtast í helvt (50/50). Tað er kann gott vera 80/20 ella møguliga 100/0. Soleiðis sær tað í øllum førum út til at vera, tá ið Gud dømir vinirnar hjá Job. (Job 42, 7).

Tá ið tú situr saman við einum, sum fer ígjøgnum eina trupla tíð, tá skal tú ikki lítilsmeta syndina, sum er partur av líðingini.

Tá ið tú situr saman við einum, sum fer ígjøgnum eina trupla tíð, tá skal tú ikki lítilsmeta syndina, sum er partur av líðingini. Ein erlig viðurkenning av tí ónda – uttan nakra umbering ella undanførslu – er hjá teimum sum vatn hjá einum sólsvidnum manni.

4. At undirstrika, hvussu ein kann mennast ígjøgnum mótgongd og líðing, og soleiðis gloyma samkenslu og uggan.

Um tað er nakað, sum nýggja testamentiið undirstrikar í samband við líðing, so er tað hetta, at Gud brúkar líðing til at fremja nakað í okkum ( sí t.d. Róm 5, 3-5 ella Ják 1, 2-4)

Men, tá ið onkur er mitt í líðing, so er hetta nokk ikki tað, sum vit skulu taka fram, serliga um vit ikki hava eitt tætt vinarband við viðkomandi. Um tað gert neyðugt at nevna hetta, so skal tað vera gjørt við kærleika og umsorgan fyri persóninum, sum hevur tað ringt.

Tá ið talan er um serliga stóra líðing, so er ofta skilagott ikki at brúka so nógv orð og møguliga heldur tiga. Tað er ikki lætt. Ofta líkjast vit Elifaz: Manst tú taka tað illa upp, um onkur orðar við teg? Men hvør kann her vera tigandi? (Job 4, 2) Men vinur okkara, sum fer ígjøgnum líðing, hevur óivað nógv meira brúk fyri okkara kærleika og nærveru heldur enn okkara útleggingum og hugskotum. Heldur enn at enduruppliva hendingarnar saman við teimum, soleiðis at vit kunnu skilja tey betur, so hevur tað størri týdning at vit, í líðingini, eru til staðar. At vit standa saman við teimum mitt í øllum myrkrinum og vónloysinum. Ver saman við teimum í hesi løtuni, í pínuni og tí, sum tey fara ígjøgnum.

Tárini hjá Aslan

Soleiðis kunnu vit vera sum Jesus hjá honum ella henni, sum upplivir líðing, tí soleiðis er Jesus ímóti okkum. Hann verjir okkum ikki ímóti líðing í hesum lívi. Hann kemur heldur ikki við innantómum orðum, tá ið myrkrið sígur seg um okkum. Men, hann hevur lovað, at tá ið vit møta líðing, so er hann har hjá okkum. Í veruleikanum, so er Gud okkum ongantíð so nær, sum tá ið vit møta líðing:

  • Tá ið tey kalla, Harrin tey hoyrir, hjálpir teimum úr øllum teirra neyðum. (Sl. 34,18)
  • Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár. (147,3)
  • Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, (Jes 61,1)

Í bókini “Systursonur gandakalsins” er ein frásøgn um ein lítilan drong, sum eitur Digory. Hann møtir Aslan. Mamma Digory er sjúk, og Digory ætlar at biðja Aslan um at hjálpa henni, men hann er bangin.

C.S. Lewis skrivar soleiðis:

  • Inntil nú hevði hann staðið og hugt at hinum stóru framløbbunum á leyvuni og hinum ovurstóru klónum á teimum. Nú hugdi hann ráðaleysur upp móti høvdinum á henni. Og tað, sum hann sá, gjørdi hann nógv bilsnari, enn hann nakrantíð hevði verið í øllum lívi sínum, tí at hitt jarpa høvdið var boygt niður móti høvdi hansara, og (sum fyri Digory var hitt undursamasta) eyguni í leyvuni stóðu full av stórum, blonkum tárum. Tárini vóru so stór og klár samanborin við tár Digorys, at hann eina løtu hugsaði, at leyvan í roynd og veru mundi vera nógv harmari um sjúkdóm mammu hansara, enn hann var. “Sonur mín, sonur mín,” segði Aslan. “Eg veit tað. Sorg er ein ræðulig kensla. Enn eru tað bara vit bæði í hesum landi, sum vita hetta. Latið okkum vera góð hvør við annan.”

Áh, hvør uggan, sum liggur í hesum orðum. “Eg veit.” Jesus er nær hjá teimum sum líða, tí hann hevur sjálvur upplivað størstu líðingina. Hann er tann størsti Job, raktur av óuppibornari vanlukku; tann størsti Jósef, sum er svikin av brøðrum sínum. Á krossinum tók Jesus okkara syndir á seg og leið har vegna tann rættvísa dóm, sum átti at raka okkum. Hann fór niður til heljar og Gud fór frá honum. Ongin hevur nakrantíð upplivað størri líðing, og tað fer heldur ongin nakrantíð at uppliva. Hesin ófatuligi kærleikin kann ugga okkum og bera okkum ígjøgnum okkara líðing.

Lat okkum líkjast Jesusi heldur enn vinmonnunum hjá Job, tá ið vit eru saman við fólki sum líða.

Gavin Ortlund er prestur í First Baptist Church í Ojai í Kalifornia.
Andrias Magnussen týddi frá thegospelcoalition.org