Góðan morgun!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Teir dagar, tað er ov vánaligt veður hjá mær at súkla til arbeiðis, fari eg við bussinum. Tað er ofta áhugavert. Eg seti meg fremst, tí eg fái lætt koyrisjúku í bussi og síggi og hoyri tí sera væl tey, sum koma í bussin alla leiðina heim í Stoffalág. Nøkur sýnast ikki at vera meira enn hálvvaknað. Tey stíga tungliga upp í bussin, hyggja mestsum niður og siga ikki eitt orð, men tjumma seg inn á ein sess. Onnur eru longu í gongd við samskiftið við familju og vinir, ella hvat tey gera, tí tey hava eyguni fast fest á fartelefonina og líta ikki upp. Uppaftur onnur hyggja beint fram, siga ikki eitt orð. Kanska hava tey proppar í oyrunum, tí tey lurta eftir musikki ella onkrum øðrum. Og so eru tað nøkur, sum siga: Góðan morgun ella góðan dag og hyggja uppá bussføraran og kanska eisini okkum, sum longu eru í bussinum,áðrenn tey seta seg. Somu fólk hoyrast ofta práta við onnur, meðan bussurin koyrir nærri málinum. Hugnaligt!

Vit eru so ymisk. Soleiðis hevur altíð verið, og gott er, at so er! Men vit, sum ikki eru tannáringar longur, lærdu øll at siga ”góðan dag” við tey, vit hitta á vegnum gjøgnum dagin. Tá eg kom niður at læra, helt eg tað vera løgið og keðiligt, at eingin heilsaði uppá hvønn annan. Fólk sýntust bara at síggja sína egnu nøs. Í handlunum stóðu vit í bíðirøð fyri at gjalda. Og eingin segði nakað. Onkur sá kløkkur út, tá eg ikki longur fekk hildið mær og segði okkurt við hini í røðini. Tað var sera gott at koma heim aftur og uppliva, at her sóu vit, sum hittust, enn hvørt annað. Tú skifti á vegnum kanska orð við onkran á fyrsta sinni, og lærdi eitt sindur um tey, tú hitti. Ríkandi!

Men tíðin gongur, og hetta broytist eisini her heima.

Í dag er kavi! Var eini ørindi hálva leið heim til Havnar, men hitti næstan ongan. Men eg minnist ein vetur, har stórkavi var. Bert eitt spor til bilarnar og annars rásir at ganga eftir í Havn. Nógv fólk var úti og spákaði í kavanum. Og nógv varð prátað við kend og ókend. So stuttligt! Vit vóru mong, sum gleddust, ikki bara um tað flotta kavaveðrið, men eisini um, hvussu lívligt tað var á ferðini!

Men skal hetta fara í søguna?

Vilja vit hava eitt samfelag, ein gerandisdag, har tú ikki sært tann, tú hittir á vegnum, í bussinum ella aðrastaðni á dagsferðini? Og eingin sær teg? Har onkur kanska hevur eitthvørt at spyrja um, men eingin hoyrir, tí flest okkara bert síggja út til at vera til staðar, men við eygum, oyrum, tonkum og áhuga eru stødd fjart haðani, vit sita, standa ella ganga? Har eingin sær, at onkur treingir til eina hjálpandi hond? Har fólk kann rópa eftir hjálp, men eingin hoyrir, tí flestøll eru í øðrum heimi ella bera oyraproppar, hóast tað er alljósur dagur?

Endorfinir eita evni, heilin framleiðir. Tey gera, at sinnið verður lættari, at vit verða glað og harvið orka meira og betur. Gud hevur skapað okkum so ”smart”, at framleiðslan av hesum endorfinum millum annað økist av, at vit hava tað stuttligt, hugnaligt, smílast, flenna og alt annað á tí bógnum. Ein positiv ringrás!  

Hvat ynskja vit? Hvat ynskir tú? Eina bygd ella bý, eitt grannalag, har tað er hugnaligt at búgva, tí vit birta undir tær góðu kenslurnar hjá hvør øðrum?

Nær hevur tú seinast verið tann fyrsti at siga ”góðan dag” og kanska smílst til onkran á tíni dagsferð, so at dagurin hjá viðkomandi kanska gjørdist ljósari og lýggjari? Og smílið kom fram?

Er tað langt síðani? Tú kanst byrja í dag!

Gud vælsigni okkum til tað!

Sólbjørg Símunarson, Argir