Góðar bøkur til ung

Nethandilin manna.fo hevur nógvar góðar bøkur til ung – ein góð gáva, nú nógv ung, um fáar dagar, standa við einum prógvi í hondini.

Tað kann vera ein ungdómsbók, ein andaktsbók ella okkurt heilt annað. Far inn á manna.fo – keyp eina góða bók – og vit senda skjótast til ber.

Her er eitt úrval av góðum bókum:

UNGDÓMSBØKUR:

Tro med sko på: Ein kann trúgva uttan at trúgva! Kanska er tað tað, sum tú gert júst nú. Um so er, vóni eg, at hendan lítla bók kann vera ein hjálp hjá tær, so tú fært eina greiða og gagnliga vitan um, hvat trúgv er. Eg vóni tó, at tað ikki steðgar við berari vitan, men at tú fert at hugsa um, um tú – sum kanska ert vaksin upp í trúnni og altíð hevur kallað teg kristnan – í veruleikanum eigur ta frelsandi trúnna á Jesus. Eg vóni, at tín vitan um trúnna fer at flyta seg frá heilanum til hjartað.
Kr 75,00
Keyp her…

Svar på 117 spørgsmål: Í hesi bók eru 117 spurningar og svar om Gud, yva og trúgv o.s.fr. Spurningarnir koma frá ungum í aldrinum 12-23 ár. 10 ungdómsleiðarara geva stutt og beinrakin svar til hesar ymisku spurningarnar.
Kr 100,00
Keyp her…

LES EISINI  Myndakalendarin 2025

Livsvigtige spørgsmål: Hvat er meiningin við lívinum? Hvat hendir, tá vit doyggja? Er fyrigeving ein møguleiki?
Kr 105,00
Keyp her…

At svare med spørgsmål: “Ein áhugaverd bók! Hon hjálpir til ikki at kjakast, men at lurta og sjálvur verða hoyrdur. Gevur góð hugskot til at læra trúnna hjá øðrum at kenna og at taka støði í einum øðrum menniskja. Skapar kærleika, umsorgan og áhuga fyri tínum medmenniskja”.
Erik Nielsen, pionertrúboðari og barnakonsulentur.
“Ein góð bók um evangelisering. Høvundurin eggjar okkum til at læra av Jesusi: at hava eitt bankandi hjarta fyri menniskjum og at vitna fyri teimum við at seta einfaldar spurningar”. Torben Østermark, evangelistur og landsleiðari í fríluftsmissiónini.
Kr 120,00
Keyp her…

Tal om Jesus: Hans-Ole Bækgaard, formaður fyri Indre Mission í Danmark, sigur millum annað soleiðis um bókina: “Vit síggja ein alsamst størri hungur eftir evangeliinum, sum eina avleiðing av tí materialistisku og sekulariseraðu tíð, vit liva í. Her fært tú eina erliga bók um evangelisering og um at liva í missión, umframt eina eggjan til at fara í gongd. Gud kann nevniliga brúka okkum uppá ymsar óvæntaðar mátar at náa øðrum menniskjum við boðskapinum um seg.
Tað kann sjálvandi hava sín kostnað at fortelja um Jesus, og tað er altíð eitt pínumark, sum vit mugu fara um, men tað skal ikki fáa okkum til at gevast”.
Kr 100,00
Keyp her…

LES EISINI  Nethandilin manna.fo hevur fingið nakrar fáar páskakalendarar

Tillidsfuld tro – En lille bog om frelsesvished: Ein bóklingur um frelsuvissu. “Vissan um frelsuna kann av summum tykjast sum reyp. Men frelsuvissa snýr seg mest av øllum um at hyggja á Jesus. Tíverri eru tað mong, sum ikki hvíla í tí, at tað, sum Jesus hevur gjørt til frelsu fyri okkum, er nóg mikið. Bókin greiðir frá hesum, einfalt og djúpt”. – Hans-Ole Bækgaard, prestur og formaður fyri Indre Mission í Danmark.
“Ein sera góð innførsla í, hví vit kunnu vita, at vit eru frelst, tá vit trúgva á Jesus. Høvundurin tosar um djúpar og týðandi sannleikar ein á lættan og livandi hátt, sum hevur týdning fyri bæði ung og eldri”. – Louise Sølvsten Nissen, sálarfrøðingur og lærari á Luthers Missions Højskole.
Kr. 100,00
Keyp her…

ANDAKTSBØKUR:

Eitt er neyðugt: Ætlanin við hesi andaktsbók er at boða einfaldan, greiðan og lívgevandi boðskap um Jesus. Fleiri av andaktunum vísa á tað eina, sum er neyðugt: Jesus – frelsaran fyri glataðar syndarar.

»Hans Erik Nissen skrivar, so tú gerst glaður fyri gleðiboðskapin. Andaktirnar hava frígerandi og umbroytandi megi í sær. Guds orðs megi. Hans Erik elskaði Jesus, og hann elskaði menniskju. Tú kennir teg elskaðan og møttan. Hetta eru orð til troyst, lív og vón. Bókin fær mítt allar besta viðmæli.«
Bergur Debes Joensen
 
»Tað er ein sonn gleði, at hendan perlan av eini andaktsbók nú er týdd til okkara móðurmál. Góð føðsla fyri sálina til ein dag í senn. Bókin er væl grundað á Guðs orð, miðsavnað um Jesus og gerning hansara fyri alla mannaættina. Dag eftir dag verða vit leidd ígjøgnum Skriftina eftir tí vegi, sum er einasti vegur til frelsu.«
Marjan Kass Nielsen
Kr 250,00
Keyp her…

LES EISINI  Hvat ætlar tú at lesa á páskum?
Kr. 200

Kr. 200,00
Keyp her…

Kr. 200,00
Keyp her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina