Góði Gud! Hjálp okkum at finna buksurnar hjá Karl

Kendi norski presturin og heimamissiónsmaðurin Fredrik Wisløff, skrivar mangt áhugavert í bókini: “Fra et husmanssted”, sum eru endurminningar hansara.

Millum annað skrivar hann um eina hending frá barnaárunum.

Tey vóru liðug at hoyggja og nógv hoyggj var í hoyggjhúsinum. Tá fingu hann, tveir beiggjar og elsta systurin ta hugskot, at tey vildu sova oman á hoynum, úti í hoyggjhúsinum. Tey fingu loyvið frá mammuni, sum samstundis segði, at tey ikki máttu missa nakað hvast niður í hoyggi.

Tey fóru spent út í hoyggjhúsið við hvør sínum ullintum teppi, sum tey skuldu leggja undir. Tey lótu seg úr yvirklæðunum og tóku tey við uppá hoyggi. Fyrstu løtuna var tað hugnaligt og spennandi. Men sum frá leið hvarv hugnin, tí hurðin var aftur og nógv bos var í skímliga rúminum. Samstundis hoyrdu tey óljóð frá hoynum, so tey gjørdust bangin og spurdu hvønn annan: Var tað ein rotta, mús ella høggormur, sum vitjaði? Kanska kom okkurt landastrok at gista í hoynum, tí tað var ikki óvanligt tá í tíðini.

LES EISINI  Søgan um Bo

Nei, tað var einki hugnaligt at sova í hoynum. Hoyggið prikaði í nærum næknu likamini og so lógu tey hvørki væl ella trygt.

Brádliga var tað nóg mikið. Tey reistust og skundaðu sær í klæðini.
– Hvar eru buksurnar hjá mær? rópti Karl óttafullur
– Hvar legði tú tær? spurdi Edvard. Hann var elstur og kendi ábyrgd fyri systkjunum.
– Tað minnist eg ikki. Onkur hevur tikið tær! segði Karl.

So fóru øll at leita í hoynum. Buksurnar funnu tey ikki. Hvat var so at gera?
– Vit mugu biðja, segði Edvard.
– Komið higar, so knela vit øll saman, segði hann.

So løgdu øll fýra seg á knæ eftir aldri. Edvard bað fyrst:
– Góði Gud! So bóðu hini trý eftir aldri: Góði Gud!
– Hjálp okkum at finna buksurnar hjá Karl! Hini trý bóðu somu bøn.
So søgdu tey hvørt eftir annað:
– Amen! – amen! – amen! – amen!

LES EISINI  Vitnisburðurin hjá Ólavur Davidsen

So leitaðu tey aftur.
– Her eru tær! rópti Karl. Hann fann tær beint framman fyri nøsina.
Skjótt stóðu øll fýra í klæðum og vóru til reiðar at fara í song.
– Nei, bíða eitt sindur, segði Edvard.
– Vit skulu takka Gudi, fyri at vit funnu buksurnar hjá Karl.

Tey knelaðu øll aftur og Edvard leiddi bønina, sum øll tóku undir við: – Góði Gud! Takk fyri at vit funnu buksurnar hjá Karl. Amen!
Síðani runnu tey fegin inn til mammuna og spurdu ongantíð aftur um at sova í hoynum.

Bíblian sigur: Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. Orðtøkini 22,6.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina