Góður arbeiðsdagur í Nesvík

Í dag, leygardagin 14. juni, var árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík.

Okkurt um 40 fólk møttu til arbeiðsdagin – ung og eldri, kvinnur og menn.

Vit byrjaðu við góðum morgunmati kl. 9.00. Eftir morgunmatin var andakt.

Sigvald Zachariasen, húsavørður, bjóðaði vælkomin og greiddi frá hvat er at gera og býtti út uppgávur.

So var fari til verka at smíða, vaska, rudda, el-arbeiði, tøkni o.a. Uttandura varð smíða og umvælt útiborð, hegna, rudda og grivið gras og illgresi.

Klokkan 12.30 bjóðaðu kokkarnir til ein góðan døgurða og kaffi og køkur omaná.

Enn ein góður arbeiðsdagur og nógv kom burturúr.

Og so skulu vit ikki gloyma tann góða felagsskapin og prátið við vinir og kenningar. Vit eru mong, sum eru góð og glað fyri Leguhúsið í Nesvík, og vilja fegin rætta eina hjálpandi hond, tá ið tørvur er.

Takk fyri enn ein góðan arbeiðsdag í Nesvík.

Her eru nakrar myndir frá arbeiðsdegnum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina