Gott at síggja vinirnar aftur

Á Teenstreet leguni í Týsklandi í fjør, var Joseph Clarke ein av bólkaleiðarunum. Hann er sonur Maureen Djurhuus Clarke og Christoffer Clarke.

Hann kom úr Onglandi, og var bólkaleiðari, saman við Dann Johannesen, hjá ungum dreingjum av Toftum.

Leygarkvøldið var Joseph við til ungdómsmøtið í Tabor á Toftum. Har hitti hann nakrar av dreingjunum aftur, sum hann kom at kenna í Týsklandi.

– Men hvussu ber tað til at hann var við til ungdómsmøtið?

– Mamma, systrarnar og eg eru ein stuttan túr í Føroyum. Tað er í samband við, at eitt systkinabarn hjá mær skal fermast, sigur Joseph. Annars lesi eg lógfrøði í Onglandi, og tað er spennandi lesnaður. Eg eri eisini við í kristnum arbeiði á skúlanum og komi fast í eina meinigheit. Samstundis eri eg áhugaður í hertænastu, og luttaki í tí arbeiðinum av og á, sigur hann.

– Er tað gott at vitja í Føroyum? – Ja. Tað er altíð gott at vera í Føroyum. Fólk eru blíð og tað er gott at hitta familju og vinir.

LES EISINI  Tabor á Toftum kvarta øld næsta mikukvøld

– Hetta er fyrstu ferð eg eri í Tabor. Tá tað nú lá fyri at vitja í Tabor í kvøld, so ynskti eg tað. Eg vónaði at hitta nakrar av dreingjunum eg var leiðari hjá á Teenstreet. Tað eydnaðist, og tað er bæði stimbrandi og hugaligt, sigur Joseph Clarke.

Joseph Clarke
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina