– Grønland er nakað serligt

Andreas Andreasen á Glyvrum hevur búð umleið níggju ár í Grønlandi, og Grønland hevur eitt serligt pláss í hjarta hansara. Í seks ár hevur hann eisini staðið á odda fyri Grønlandstoyminum hjá Heimamissiónini.
Í samrøðu við Trúboðan greiðir hann frá ymsum hendingum í Grønlandi og aðrastaðni við, og eisini 
hvussu hann, nógv ár eftir at hann var kallaður fyrstu ferð, kom til trúgv á Jesus.


Drongur bleiv burtur

Andreas hevur hug at nevna eina hending, sum fór fram, meðan tey starvaðust á sjómansheiminum í Sisimiut, og sum hevði stóra ávirkan á seg.
– Tað var soleiðis, at vit høvdu assistentar, ung hjálparfólk, sum vóru har eina tíð. Eitt árið høvdu vit tríggjar danskar dreingir. Teir vóru raskir og til gleði fyri okkum. Náttúran í Grønlandi er ikki at spæla við, og ein skal ansa eftir, hvat ein ger. Eitt sera týdningarmikið er, at tú fert ongantíð einsamallur út í náttúruna. Um veturin er alt hvítt og tað er skjótt at villast…

Les alla samrøða við Andreas í Trúboðanum, sum er komin út í dag.