Guð er heilagur – men!
Í øllum gamla testamenti er Guð ein øgiligur Guð, sum er hátt hevjaður og er langt burtur og óatkomiligur. Longu á fyrsta blaði lesa vit um Ádam at hann var bangin fyri Guði. 1 Mós. 3,10. Tað var aftaná at hann var fallin í synd.
Jesaja fekk at vita at: Tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guðs tykkara. Syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum.
Tá Móses møtti Guði við tornarunnin, ræddist hann at síggja Guð. Men tá hann var í ferð við at leiða Ísraels fólk út úr Egyptalandi, og hevði havt nógv samlív við Guð í bøn og samtalu, hættaði hann sær at spyrja, um hann kundi sleppa at síggja andlit hansara, men fekk hetta svar: Tú kanst ikki síggja andlit mítt; tí at eingin fær sæð andlit mítt og verið á lívi! 2 Mós. 33,20.
Tá Jesaja bleiv kallaður til profet stendur: Eg sá Harran sitandi á høgum hásæti, hátt hevjaðan, og sleipið av skikkju hansara fylti halgidómin; kring hann stóðu seráfar, hvør teirra hevði seks veingir; við tveimum huldu teir andlitið, við tveimum huldu teir føturnar, og við tveimum hildu teir sær á flogi. Og teir kallaðu hvør til annan og søgdu: «Heilagur, heilagur, heilagur er Guð herliðanna, jørðin øll er full av dýrd hans!» Fyri rødd teirra skulvu durastavirnir, og húsið fyltist av royki. Tá segði eg: «Vei mær! Eg beri ikki boð í bý! Tí at eg eri maður við óreinum vørrum og búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum; og nú havi eg við egnum eygum sæð kongin, Harra herliðanna.» Jes. 6,1-5. Hann sá bert kongin í dýrd síni, men ikki andlit hansara.
Eisini Ezekiel og Dánial upplivdu sama ótta og ærufrykt í teirra møti við Guði harra herliðanna. Tað stendur eisini skriva at Guð er so øgiligur at jørðin er fótskør hans. Jes. 66,1.
Í nýggja testamenti lesa vit eisini um ótta hjá persónum sum møttu Guðs dýrd. Sakarias faðir Johannes doyparan, møtti Guðs dýrd í templinum, tá hann gjørdi tænastu har. Eingil harrans vísti seg fyri honum standandi høgru megin roykilsisaltari, og Sakarias var dátt og ræðsla kom á hann. Um Mariu stendur at, eingil harrans, Gabriel, kom inn hjá henni, og hon var heilt óttafull.
Um hirðarnar við Betlehem stendur. Eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vóru ógvuliga óttafullir. Luk. 2,9.
Lærusveinarnir sum vóru uppi á fjallinum saman við Jesusi tá hann umbroyttist fyri eygum teirra, og Móses og Elia samtalaðu við hann, og tá teir hoyrdu røddina frá himni, fullu teir fram eftir rommum og vóru ógvuliga ræddir.
Men nú er tónin ein annar, tí allir hesir persónar sum, hava uppliva Guðs dýrd, fingu hesi orðini: “óttist ikki!” at hoyra. Og tey gera allan munin. Hesi orðini: “óttist ikki”, sum beinleiðis verða søgd frá teimum himmalsku verunum, til menniskju í slíkari støðu, eru ikki at hoyra so ofta í gamla testamenti sum í nýggja testamenti.
Eitt dømi aftrat har orðini “óttist ikki” eisini eru at finna, er við Jesu uppreisn har eingilin sigur við kvinnurnar sum syrgnar vóru komnar út til grøvina: Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Matt. 28,5.
Men sigandi er tað, at tá vaktarmenninir sóu eingilin, sum velti steinin frá, skulvu teir av ræðslu og vóru sum deyðir. Matt. 28,4. Og tá kvinnurnar runnu burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, kom Jesus ímóti teimum og segði: heilar og sælar, og tit mega ikki ræðast.
Tá Jesus kom inn í henda heim, fyri at fullgera Guðs frelsu ætlan, sum var profetera upp ígjøgnum alt gamla testamenti, breyt hann niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað millum Guð og menniskja. Forhangið í templinum, sum gjørdi skilna millum tað heilaga og tað allar heilagasta skrædnaði í tvey frá í erva og niður ígjøgnum, soleiðis at nú var opið inn til tað allar heilagasta. Soleiðis vígdi hann okkum ein nýggjan og livandi veg ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara, til faðirin.
Í honum hava vit fingið fría atgongd til faðirin. So eru vit tá ikki longur fremmandir og útlendingar, men vit eru samborgarar við øllum hinum heilagu og Guðs húsfólk. Ef. 2, 18-19. Jesus segði við hin burturvilsta sonin: alt mítt er títt. Luk. 15,31.
Guð sum í gamla testamenti var heilagur og langt burtur, hann er nú komin nær til okkum, ja so nær at hann er blivin faðir okkara, Jesus er frelsari og bróðir okkara, og heilagi Andin er talsmaður okkara. Amen.