Guð, ger meg til eitt blomstur blítt

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Enn eitt ár er runnið í mínum lívsskeiði. Tá eg líti aftur á seinasta árið, so er nógv hent bæði av ringum og góðum. Men tað vil so vera – nøkur ups and downs. Tað er væl soleiðis tað skal vera. Um eingin mótbrekka er á leiðini, so merkja vit ikki lættan og gleðina, tá undanbrekka kemur.

Akkurát komin inn í 2022 komu tey sorgarboð at fylgja eini kvinnu í besta aldri, sum eftir stutta sjúkralegu varð tikin frá síni familju alt ov ung. Hon hevði sjálv lagt sína jarðarferð til rættis, har hon ynskti hetta ørindið á sangblaðið, tí tað var hennara bøn:

Guð, ger meg til eitt blomstur blítt,
sum brosar øllum mót,
sum tekur bæði kalt og lýtt
við tol á síni rót.

Hetta talaði so sterkt til mín. Allur sangurin ”Guð, ger meg til eitt lítið ljós” varð sungin og hvørt ørindi í honum hevur sín egna boðskap. Hann er ein vegleiðing og innarlig bøn fyri okkum øll.

Stutt eftir varð pápi mín innlagdur á sjúkrahús á sínum føðingardegi, og hvat hendi júst tá? Eg fekk staðfest korona. Aftaná at hava runnið undan korona í nærum 2 ár skuldi eg endiliga blíva smittað júst tá. Vánalig timing! Tað merkti, at eingin í mínum húski kundi fara á sjúkrahúsið at vitja vegna smittuvanda. Men líkamikið hvussu nógv maðurin royndi at blíva smittaður, so hann kundi fáa tað yvirstaðið, so eydnaðist tað ikki fyrr enn 3 vikur aftaná. Løgið sum tað ber seg at. Men gott at fáa tað av vegnum, áðrenn yngsta skotið á stammuni skuldi hava prestsins hond á høvdið. Hóast góðveðursdagarnir hava verið fáir í vár og summar, so var hesin dagurin sera vakur og lýggjur.

LES EISINI  Brimbrot

Tað er rættiliga ironiskt, tá vit tosa um veðurlagsbroytingar. Hitin á jørðini veksur, siga tey serkønu. So hugsa fleiri í okkara fjarskotna landi úti í kalda Atlantshavinum, at kanska vit fáa nakað heitari summar, tí tað treingja vit so til. Men nei, ongantíð hevur summarið verið so illfjøskut sum í ár. Londini sunnan fyri okkum hava vatntrot og fólk fáa hitaslag. Tað hevði verið so snilt, um vit kundu útflutt eitt sindur av okkara vatni, sum ikki trýtur her, til onnur lond. Kanska vit kundu fingið nakrar sólstrálur í býti!

Heimsins størsta land fór í kríggj tíðliga í ár. Hetta er nakað, ið hevur ávirkað allan heimin onkusvegna. Tey bæði londini í bardaga eru millum størstu útflytarar av fleiri vørum, ið flest øll hava tørv á. Ikki minst hava fleiri lond tikið ímóti flóttum, ið rýma undan hesum ræðuleikum. Menniskju, ið hava mist og eru í svárari sorg. Tað menniskjaliga í okkum vaknar, tá tílíkt hendir. Kirkjur og samkomur bjóða inn til bøn. Innsavningar verða gjørdar. Onkur fer til krígsherjaða økið at hjálpa til.

Tíverri henda tílíkir ræðuleikar alla tíðina; fleiri staðni í heiminum. Vit hoyra bara ikki um alt, tí tað er so fjarskotið. Kanska vilja vit heldur ikki hoyra um tað. Tí tað er sera hart at rúma øllum tí óndskapi, ið er í okkara vakra heimi. Fjølmiðlarnir bera fleiri keðilig enn góð tíðindi. Og viðhvørt verður tað bara ov mikið. Man orkar ikki at hoyra um alt tað ringa. Alíkavæl kann man hugsa: Hví er tað gjarna ring tíðindi at hoyra um? Er tað tí, at tey góðu tíðindini ikki selja nakað? Elska vit at válka okkum í øllum tí ringa, fólk eru úti fyri? Hvat ger tað okkum til? Hvussu skulu menniskju so taka ímóti teimum størstu gleðiligu tíðindunum av øllum? Ella er tað júst, tá ringast stendur til, at vit taka best ímóti gleðiboðskapinum?   

LES EISINI  Brimbrot

Ná, men nú er man komin í tann aldurin, at børnini gerast myndig og trupult er at savna saman familjuna. Men tað er tann rætta gongdin. Vit høvdu avgjørt at fara eina góða uttanlandsferð saman, áðrenn tey gjørdust heilt vaksin. Og korona, sum ikki einaferð, forðaði hesum, meðan tað var uppá tað ringasta. So nú skuldi tað verða. Tað var ikki bara sum at siga tað, at finna rætta tíðarskeiðið at ferðast í. Børnini eru bundin at ítrotti, og tað ganga tey høgt uppí. Loksins fóru vit eina deiliga ferð suður í hitan at savna orku saman og bara njóta hvør annan. Tað skal eisini til, at man raðfestir familjutíð. Og sjálvandi kann tað gerast hvar sum helst – eisini í Føroyum, tí alt er blivið dýrari í okkara parti av heiminum. Tað er ein avleiðing av krígnum. Men man skal bara syrgja fyri, at koma eitt stað, har eingin verður órógvaður, tí annars er einki vunnið við familjutíðini.

Nú árið nærkast endanum, eru nøkur, ið hava fingið eyka-arbeiði at taka sær av. Hvør ljóssteyri, hvør veggur, hvør rundkoyring, og hvat veit eg, er avtaglað við valplakatum. Og er hetta longu aðru ferð innan fyri hálvanannan mánað. Nógv rumbul hevur verið á politiska pallinum seinasta árið, og eg hugsi bara, gott eg ikki skal stýra landinum. Og ikki er lætt at seta krossin, tí hvar hoyra hesir politikararnir í veruleikanum heima? Tað er lopið aftur og fram millum flokkarnar. Tað er so óseriøst sum nakrantíð. Men vónandi kemur friður yvir land og fólk í tí sælu jólatíð, so Harrans føðingardagur ikki skal blíva fyltur við politiskum samgongum, ið skulu skipast.

LES EISINI  Brimbrot

Árið hevur borið menniskjum sorg og gleði. Tað koma vit ikki uttanum. Sorgin er eisini partur av lívinum. Vit skilja ikki altíð hví, summi uppliva so nógva mótgongd. Men um vit vilja lata Guð vera part av okkara lívi, so ber hann okkum, tá vit ikki orka sjálvi. Onkur vísur hevur sagt, at tað, sum ikki tekur lívið av okkum, ger okkum sterkari.

Mín desembur er fyltur við sangi, nakað sum gleðir meg allarmest. Eg elski at syngja og hoyra røddir, ið harmonera saman, ljóðføri, ið fylla inn við sínum ymisleika. Eg fari at syngja føðingardagssangir fyri tí himmalska Drotti. Havi eg ikki hann við, so verða tær tungu tíðirnar enn truplari at koma ígjøgnum.

Eg veit, at tað eru ikki øll, ið njóta jólini, ið eru ein gleðishátíð. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til tess. Men eg fari alíkavæl at ynskja øllum eini góð og friðsæl jól og at Guð má signa okkum øll og bera okkum inn í nýggja árið við vón um eina ljósari framtíð!

Ikki fyrr enn vevurin er linkaður og skjúttilin steðgaður,
skal Guð draga teppið tilsíðis og lata okkum veruliga skilja.
At eisini teir myrku træðrirnir eins og tey ljósu bondini,
vóru heilt neyðug í Meistarans veldigu hond.              
Yrkjari ókendur

Gleðilig jól og eitt eynduberandi nýggjár!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina