Gud gjørdist sjálvur grundvøllurin

Tá ið Kjetil Bergerud Larssen í Norra var 22 ár, upplivdi hann tað, sum hann lýsir sum eina sterka nærveru av Gudi. Frá tí løtu var eingin ivi – tað fór at vera hann og Jesus restina av lívinum.

Trúgvin á Jesus hevur fylgt Kjetil alt lívið

Samskiftis- og marknaðarleiðarin í Normisjon vaks upp í einum kristnum heimi og gekk trúfastur til sunnudagsskúla í Normisjon Askim. Tó hava verið tíðir, har Gud hevur kenst langt burturi, og lívið hevur verið serliga torført.

Fann ikki sítt pláss

Hóast barndómurin fór við nógvum sunnudagsskúla, fjaraði Kjetil eitt sindur frá tí kristna arbeiðinum, tá ið hann byrjaði í miðnámsskúla.

– Tað var kór og bólkar, sum vóru í fokus, sigur hann og flennir:
– Og eg eri ikki serliga musikalskur.

Hann fann tí ongantíð rættiliga sítt pláss.

– Um onkur spurdi meg tá, um eg var kristin, so fingu fólk ymisk svar, sigur hann.

Harumframt stríddist hann við sjúku í 10. flokki – bæði likamliga og sálarliga. Í eini ráðaleysari løtu bað hann til Gud:

LES EISINI  Bønhoyrdur á tveymans sjúkrastovu                        

«Um tú finst, Gud, so mást tú hjálpa mær at finna eina leið út úr hesi truplu støðu, og vísa mær eitt umhvørvi, har eg hoyri heima. Kanst tú senda onkran til mín?»

Upplivdi bønarsvar

Eftir eina tíð byrjaðu tingini at batna. Kjetil fekk heilivág og samrøður, sum hjálptu honum, og hann gjørdist spakuliga frískari. Samstundis hendi nógv nýtt í tí kristna ungdómsumhvørvinum á staðnum.

– Brádliga var tað ikki bara kór, men nógv meira, sigur hann spentur og heldur fram:

– Eg fekk aftur orku og gjørdist veruliga forvitin eftir at vita meira um Jesus.

Barndómurin hevði givið honum eina góða fatan av trúgv og teimum stóru frásøgunum, men nú upplivdi hann á ein nýggjan hátt, at Gud var áhugaður í honum her og nú.

– Tað føldist næstan sum at møta Jesusi av nýggjum, og eg tók eina avgerð um, at «eg vil halda fram at trúgva á teg».

Fekk ein nýggjan niðurtúr

LES EISINI  Hataðu Jesus men...

Við nýggjum eldhuga fyri Jesus fór Kjetil at taka lut í nógvum. Men tíðliga í 20-árunum gjørdist lívið aftur torført.

–  Eg merkti, at eg hevði gingið gjøgnum lívið uttan veruliga at steðga á og merkja eftir ella møta tí, sum eg kendi á mær, sigur hann.

Báðar systrarnar høvdu verið nógv sjúkar sum børn, og tí setti hann seg sjálvan eitt sindur til síðis fyri at geva pláss til teirra tørv. Og so, meðan hann var á fólkaháskúla, tóku foreldur hansara avgerð um at skiljast. Tað var sera trupult at viðgera.

Haraftrat var tað ringt at siga nei til tað, hann varð biðin um, nú hann hevði funnið nýggja glóð fyri Gudi og felagsskapi. Hetta førdi til strongd, og at hann brendi út.

Árið, sum broytti alt

Filadelfia, Bíbliuskúlin í Oslo, og fimm tímar við sálarrøkt gjørdust bjargingin.

Kjetil sigur, at tá ið hann endiliga fekk sett orð á tað, hann føldi, var tað lættari enn væntað at rudda upp í tí.

LES EISINI  Hevði ongar ætlanir um at blíva frelstur

Á bíbliuskúlanum fekk Kjetil møguleika at deila alt, sum hann hevði
borið og stríðst við, og hann upplivdi lívið og Gud á nýggjan hátt.

– Tað hjálpti ótrúliga væl at taka tað ymiska úr myrkrinum og út í ljósið. Eg kendi, hvussu ein tung byrða varð lyft av mínum herðum, og eg upplivdi: «Ja, tað er soleiðis, lívið skal vera», sigur hann og leggur afturat:

– Eg fór frá at yvirliva til veruliga at liva.

Kjetil minnist serliga eina hending á bíbliuskúlanum, sum broytti hann. Undir eini forbøn, eftir at hann hevði deilt sína trúarsøgu, kendi hann Guds nærveru sera sterka.

– Eg kendi ein so heitan og inniligan kærleika, sum fylti alt likamið. Tað var sum at fáa eina nýggja byrjan og nýggja orku í tí andaliga lívinum.

Frá tí løtu visti hann, at tað fóru at vera hann og Jesus restina av lívinum – óansæð hvussu torført tað fór at verða.

– Gud fór frá at vera ein partur av lívinum til at verða sjálvur grundvøllurin, sigur hann at enda.

Kelda: Normisjon/Elise Fosen Osmundsen
Ásbjørn Jacobsen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina