Gud í eini eskju

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Millum jól og nýggjár var eg á jólafest í missiónshúsinum. Har sá eg eitt dramastykki við heitinum “Gud í eini eskju”. Í stykkinum segði ein maður vinum sínum frá, at hann var steðgaður av politinum, tí hann hevði koyrt ov skjótt. Alt bendi á, at hann skuldi missa koyrikortið, men so opnaði hann eina lítla eskju, sum Gud var í. Tá broytist alt. Endin var, at politisturin bað um umbering fyri at hava órógvað mannin. Annars var eskjan afturlatin tað mesta av tíðini, tí at maðurin ynskti ikki, at Gud skuldi órógva hann, uttan at tað var heilt átrokandi.

Tað ber til at síggja eina enska útgávu av dramastykkinum á http://skitguys.com/videos/item/god-in-a-box.

Dramastykkið fekk meg at hugsa um cost-benefit-analysur, sum verða brúktar í handilsligum samanhangum. Tá verður mett um ymiskar valmøguleikar við at spyrja, hvat teir ymisku valmøguleikarnir kosta, og hvørjar fyrimunir teir geva. Hesin hugsanarháttur kann eisini brúkast til at meta um ymiskar partar av trúarlívinum: “Hvat kostar tað, og hvat fái eg afturfyri?”

Fyrr hoyrdu vit ofta eina boðan um helviti, sum minti um eina cost-benefit-analysu. Helviti er ein hóttan, sum tú kanst sleppa undan, um tú megnar at avrika hóskiligt mát av trúgv. Í dag er tað farið av móta at ræða fólk inn í Himmalin.

Hinvegin er tað ikki ikki óvanligt at hoyra boðan um stóran vinning fyri lítið avrik. Tað er sera einfalt at trúgva og tú fært simpulthen so nógv aftur fyri at trúgva. Jesus hevur goldið alt. Har manglar bara líka eitt sindur av trúgv, so verður vinningurin virkin.

Eg haldi ikki at tað gevur meining at brúka cost-benefit-analysur til at sannføra fólk um, at tey mugu velja at trúgva. Tí frelsandi trúgv er øðrvísi enn trúgv á verðslig viðurskifti.

Frelsandi trúgv er ikki eitt avrik. Hon er ikki okkara gerningur (Ef 2,9). Hon er ein gáva (Ef 2,8). Frelsandi trúgv er Heilaga Andans gerningur.

Vit hava eina brúkaramentan, sum ger tað púra natúrligt at “brúka” gud. Eg vil fegin, at gud er mín tænari. Eg vil hava ein gud, sum beinir fyri neyð, sjúkum og vanlukkum. Um hann ikki klárar tað, so havi eg ikki brúk fyri honum.

Um vit brúka cost-benefit-analysur til at sannføra fólk um, at tey mugu velja at trúgva, so er vandi fyri at vit gera Jesus til ein avgud, og kristindómurin verður líka deyður, sum einhvør annar átrúnaður.

Vit skulu ikki sannføra fólk um, at tey mugu velja at trúgva. Tað er Andans uppgáva (Róm 8,16). Vit eru kallað til at boða Guds orð (2 Tim 4,2). Endurgeva bíbilsku frásagnirnar. Møguliga flyta tær fram í okkara tíð. Og lata tað síggjast á lívsførsluni hvørjum vit tæna (2 Kor 3,3). So er tað Andans uppgáva at geva trúnna (Róm 10,17).

Dramastykkið minti meg á, at Gud ikki er ein vøra, sum eg kann brúka eftir ynski. Tað er mótsatt. Vit eru kallað at verða hansara tænarar.