Gud skrivar alsamt tína søgu, miss ikki mótið

Aloftast, tá umstøðurnar gerast okkum heldur ólagaligar, og vit kenna, at nú er eingin vón longur; eru góðu tíðindini, at hvussu vit enn kenna støðuna, eiga vit eina vón í Jesusi.

Gud gevst ikki

Ta ferðina Gud skapaði menniskjað og sá, at menniskjað fall í synd, hevði hann eina bjargingarætlan til reiðar. Hon var tann at hann sendi einasta son sín, Jesus Kristus, til tess at bjarga okkum úr synd okkara, so at vit fingu ævigt lív við honum. “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh 3,16)

Jesus hevur á krossinum goldið alla synd okkara, og hann hevur borið alla synd okkara, so at vit ikki skulu doyggja vegna okkara synd men liva fyri rættvísini. Jesus mátti doyggja fyri at kunna bjarga okkum og taka ímóti okkum heima hjá sær. Gud ynskir okkum eina dýrdarfulla framtíð og eitt ævigt lív heima í Himlinum hjá sær.

LES EISINI  Miss ikki Jesus úr eygsjón

Miss ikki mótið

Fari at minna teg á ikki at missa mótið. Um tú ert staddur í einari støðu í løtuni, ið tykir tær vónleys; minst tá til tað, Jesus gjørdi fyri teg. Vita skalt tú, at einhvør ólagalig og óheppin støða, tú kennir í løtuni, er undirløgd Gudi, ið hevur eina loysn, tí Jesus segði: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30) Guds ætlan gjørdist veruleiki.

Hann vann á tínum trælalívi og synd. Hann vann á deyðanum, so tú ert ikki longur skildur frá honum. Hann er tær altíð nær.

Miss ikki mótið. Tað er altíð ein vegur fram. “Fullvísur í tí, at hann, ið byrjaði í tykkum góðan gerning, hann vil eisini fullføra hann alt til Jesu Krists dag.” (Fil 1,6)

Miss ikki vónina, gev Jesusi teg sjálvan. Lít á kærleika hansara, tí hann elskar teg meira, enn tú trýrt. Hann hevur støðugt nakað nógv størri, ið bíðar okkum. Tú ert nógv elskaður.

LES EISINI  At skugga sær

GOD TV Daily
H.D. Joensen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina