Guds almáttur

Hvat høvdu vit, sum menniskju, verið illa farin, um ikki ein livandi Gud var til, sum hevði og hevur tað vald, sum vit kunnu lesa um í hansara egna orði.
At hann, burtur úr ongum, kann skapa alt at blíva tað, tað var og tað, sum tað er í dag, vitnar um ein almátt, sum ikki hevur sín líka.
Tá Jóhannes byrjar sítt evangelium, sum okkum tykist heldur gátuført, at einaferð var tað ein “fyrstan”, og at orðið var hjá Gudi og orðið var Gud, og við hesum orðinum, sum eisini er Gud, er alt vorðið til, sum til er, og uttan orðið var einki til av tí, sum til er vorðið. Ja, so undrast vit stórliga.
Ein undarligur tanki hjá okkum at hugsa sær, at við orðinum kann Gud gera slík stórverk, sum vit ikki kunnu fata. Men tað er tí, at Gud og orðið eru eitt, og yvir øllum.
           

Guds Orð

Tá Paulus í Hebr. Kap. 4 kann siga, at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans, so er tað tí, at hann hevur fatað og viðurkent Guds ovurstóra almátt, sum eingin og einki kann máta seg við.
Tað var eisini hettar orðið, sum talaði til hansara, uttan fyri Damaskus á sinni, og sló tann stolta og haturfulla farisearan til jarðar, og jarðlegði hansara fariseisku gudstrúgv. Og tað bjarta ljósið blindaði hann, so hann mátti leiðast inn í staðin. Hann, sum trúði at hann dugdi at síggja teir sonnu sannleikarnar, sat nú blindur og fastaði og bað inni í Damaskus.
         

Boyggja seg

Sum frá leið fekk hann nýggja sjón upp á tann andaliga veruleikan. Tey likamligu eyguni fekk hann aftur, men tey andaligu eyguni, sum hann nú hevði fingið, sóu ein heilt annan andaligan veruleika. Har hann fyrr stríddist av øllum alvi at toknast Gudi við alskins gerningum, og eisini í tí at forfylgja teimum kristnu, boygdi hann seg nú fyri Jesusi og viðgekk, at hann, Paulus, var einki, men Kristus var hansara alt, sum hevði tikið alla hansara synd á seg og kasta hana í gloymskunnar hav. Einasta kravið var at fylgja Jesusi í trúgv og áliti, sum er heilagi vegurin inn í himmalin.

Nýtt lív

Tað blívur eitt heilt annað lív, tá ljósið kemur inn í myrkrið og upplýsir okkara myrku krókar, og fram í ljósið kemur mangt og hvat, sum vit tilvitað ella ótilvitað hava krógva.
Nú lesa vit víðari úr Hebr. 4, at alt er nakið og bert fyri ásjón hansara, sum vit standa til svars fyri.
So vit fáa ikki fjalt nakað og goymt nakað burtur fyri Guds ásjón. Tí vil hann eisini hava okkum at koma fram fyri sína ásjón við øllum, sum tyngir og pínir og gleðir.

Fyrigevandi kærleikin

Páskirnar eru júst hátíðin, har Gud framdi sítt almáttuga stórverk í frelsuni í Jesusi Kristi. Har er nógv at taka fram bæði av góðum og ringum.  Men tá Jesus reið inn í Jerusalem varð hann heiðraður av stórari mannfjøld, sum sang og rópti: «Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!»
Men hvar vóru hesi heiðursrópini, tá Jesus stóð fyri Pilatusi og varð dømdur at verða krossfestur? So svikalig kann menniskjan vera. Men tað var júst fyri okkum, sum kunnu vera so svikalig, at hann rópti ”tað er fullgjørt» og doyði.
Nei, ljósið sløknaði ikki á Golgata, sum mong í teirra myrku tonkum hildu, men tá tendraði hann av sonnum vónina fyri mannaættini um allan heimin til allar tíðir. At vit eiga ein náðigan Gud, sum í sínum fyrigevandi kærleika vil, at øll menniskju skulu koma heim til hansara.