Guds Sonur

Og lítla barn í Betlehem,
tað var ein kongur bold’,
sum kom av høgu himnaborg
á hesa neyðar fold.

Nú hann í himmiríki býr,
tí hann Guds Sonur er;
men altíð hoyrir hann hvønn tann,
í bøn til hansar’ fer.

Soleiðis syngja vit í einum jólasangi. Og í einum øðrum jólasangi ljóðar tað soleiðis:

Uttan synd hann føddur er,
sum heimsins syndir ber.
Hann bæði Gud og maður er,
og øllum sína frelsu ber.

Tað er Jesus, vit syngja um:
Hann er bæði Gud og menniskja!
Hann er sannur Gud og satt menniskja í einum og sama persóni!

Soleiðis hava tey kristnu sungið í 2000 ár. Soleiðis talar Bíblian.

Sannur Gud, og satt menniskja.
Hetta er trupult fyri tankan. Men týdningarmikið fyri trúnna.
Hvat hevur tað at týða, at Jesus er sannur Gud?

Fyrst: Jesus vísir okkum, hvussu Gud er!

Bíblian sigur: “Og hann er mynd hins ósjónliga Guds” (Kol. 1,15).
“Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara” (Hebr.1,3).

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag í advent

Flest menniskju hava eina ímyndan av Gudi. Meir ella minni klára ímyndan. Men tey eru ofta í iva um, hvør Gud í veruleikanum er.
Tá vit siga frá um ein persón, sum vit hava møtt, taka vit ofta fram eina ímyndan av persóninum. Soleiðis gerst tað lættari hjá øðrum at læra persónin at kenna. Soleiðis er tað eisini við Gudi:

Hygg upp á Jesus! So fært tú at síggja, hvør ið Gud er!

Hvussu var Jesus?
Hann gjørdi ikki mun á fólki. Hann elskaði hvørja menniskju. Hjartaliga og inniliga. Jesus var altíð upptikin við at hjálpa, at brúka tíð upp á menniskju og sýna teimum umsorgan.

Hann var trúgvur móti sannleikanum. Men ongantíð so at kærleikin kámaðist.
Hygg upp á Jesus! Hann er Guds mynd.
Soleiðis sum Jesus er, soleiðis er Gud. Soleiðis sum Gud er, soleiðis er Jesus.

Víðari: Jesus vísir okkum, at frelsan er Guds verk!

Navnið Jesus merkir: “Gud er frelsa ella “Gud frelsir”. Jesu navn boðar loyndardómin við Jesu gerningi: “Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar” (1 Tim 1,15).
Frelsa merkir, at eitt oyðilagt samband við Gud verður umvælt. Ein slíkan gerning kann einki menniskja útinna. Eingin kann vera sín egni frelsari ella hjá øðrum. Tvørturímóti: Eitt menniskja hevur tørv á at blíva frelst! Tí sendi Gud Son sín í heimin. Frelsaran! Jesus gongur Guds veg. Jesu verk er Guds verk. Jesu frelsa er Guds frelsa.

Sostatt er spurningurin greiður: Jesus frelsir. Tú verður frelst/ur.

Fyri tað kanst tú takka Jesusi. Hann vísir tær, hvør ið Gud er. Hann vísir tær, hvat Gud hevur gjørt. Jesus er Guds Sonur. Tann einasta bjargingin.

LES EISINI  Videoadventskransurin: Shalom, friður á jørð

 

Til umhugsanar
“Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Gud; hin einborni sonurin, sum er Gud, og sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann” (Jóh 1,18 eftir norskari týðing).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina